26. februar 2020

200 lógarbroytingar í einum høggi

Dagføringin av føroysku rættargangslógini, sum skal samtykkjast í bæði danska fólkatinginum og í løgtinginum, fekk stóra undirtøku við fyrstu viðgerð í fólkatinginum í gjár.

- Fleiri enn 200 broytingar eru gjørdar í donsku lógini, meðan einans sjey broytingar eru gjørdar í føroysku rættargangslógini síðan hon kom í gildi í 2004. Føroyska rættargangslógin er tí, eins og tikið verður til í viðmerkingunum til uppskotið, afturúrsigld, segði Sjúrður Skaale undir orðaskiftinum.

Ein arbeiðsbólkur varð niðursettur í 2017, eftir at táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði vent sær til danska løgmálaráðharran viðvíkjandi rættargangslógini. Hetta arbeiðið er so vorðið til eina umfatandi dagføring, sum skal nútímansgera rættargangslógina fyri Føroyar og at fáa hana at samsvara meiri við tí donsku.

- Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur skotið upp onkrar broytingar, sum ikki eru tiknar við, men man fær ikki alt við, og eg kann taka undir við hesum uppskotinum, segði Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Millum broytingaruppskotini var, at Føroyar áttu at havt ein fastan lim í óhefta politiákæruvaldinum í Danmark, fyri at tryggja sær, at hædd verður tikin fyri føroyskum viðurskiftum, um føroysk mál koma fyri.