Tíðindi02. marts 2012

Ákærurnar móti Sjúrði Skaale viðvíkjandi blokksamráðingunum afturvístar

Sjúrður Skaale hevur ikki ávirkað donsku stjórnina, soleiðis at hækkingin av blokkinum gjørdist nógv minni enn landsstýrið ætlaði. Tað staðfesti danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, á talarastólinum í Fólkatingssalinum í gjár.

Sjúrður Skaale hevur ikki ávirkað donsku stjórnina, soleiðis at hækkingin av blokkinum gjørdist nógv minni enn landsstýrið ætlaði. Tað er nú staðfest av talarastólinum í Fólkatingssalinum.  

Hóast tað nú í fleiri mánaðir av órøttum hevur verið ført fram, at Sjúrður Skaale hevur mótarbeitt føroyska landsstýrinum og hevur lagt trýst á donsku stjórnina um ikki at hækka blokkin, sum løgmaður ynskti, so eru hesi uppáhald nú manað í jørðina av fíggjarmálaráðharranum sjálvum. 

- Samráðingarnar um blokkin eru úrslit av teimum hugsanum, sum stjórnarflokkarnir sjálvir hava um málið, og Sjúrður Skaale hevur ikki lagt trýst á stjórnina i hesum málinum, staðfesti danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, á Fólkatingsins røðarapalli í gjár.

 Orðini hjá fíggjarmálaráðharranum fullu soleiðis:

»Det er ikke sådan, at der fra Hr Sjúrður Skaales side har været lagt pres på regeringen i denne her sag. Regeringen har formuleret sin holdning til spørgsmålet ud fra den opfattelse, der er gældende i regeringen selv - i regeringspartierne selv - og vi har fohandlet udmærket og respektfult med det færøske hjemmestyre på den baggrund.«

Tað eru serliga sambandspolitikarar, sum hava skotið Sjúrði Skaale í skógvarnar, at hann hevur mótarbeitt landsstýrinum í samráðingunum um blokkin, og tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at tað millum annað er honum fyri at takka, at blokkurin bert bleiv hækkaður við góðum átta milliónum heldur enn teimum 200, sum Sambandsflokkurin ynskti.

Tað er sjálvandi hent at hava ein syndabukk, tá samráðingarnar ikki ganga sum vónað, men at geva Sjúrði Skaale skyldina er burturvið. Og tað er nú staðfest av sjálvum fíggjarmálaráðharranum.

 

Hygg at staðfestingini hjá Bjarne Corydon her:

http://www.ft.dk/webtv/video/20111/salen/54.aspx?i=2012-03-01T10:04:40