26. februar 2020

At flyta inn grind til Danmarkar

Á sumri 2019, varð revsingin herd fyri tey, sum hava grind við sær til Danmarkar, uttan at hava neyðugu loyvini upp á pláss. Lógin rakar serliga føroyingar, sum eru búsettir uttanfyri Føroyar, og hava tvøst og spik við sær til Danmarkar.

Tó háttar lógin seg øðrvísi fyri føroyingar, sum hava fastan bústað í Føroyum, og taka grind við sær til Danmarkar. Fá yvirlit niðanfyri.

Føroyingar, búsettir uttanfyri Føroyar
Sambært danskari lóggávu um innflutning av grindahvali úr Føroyum til Danmarkar, er einans loyvt at hava tvøst og spik við sær, um neyðug loyvi eru fingin til vega fyrst. Flytur tú inn grind til Danmarkar uttan neyðugu loyvini, verður tú revsaður við eini bót áljóðandi 5.000 krónur, umframt, at hald verður lagt á kjøti. Aðru ferð, at tú hevur grind við tær til Danmarkar uttan neyðugu loyvini, verður bótin 10.000 krónur.

Loyvini kunnu fáast til vega við fyrst at venda sær til Føroya Náttúrugrípasavn, (Søvn Landsins, Kúrdalsvegur 15, P.O. Box 1155, FO-110 Tórshavn, Tel. +298 340 500, savn@savn.fo) og tryggja sær eitt útflutningsloyvi. Síðani skal útflutningsloyvið sendast donskum myndugleikum. Við loyvinum kanst taka upp til 10 kilo av spiki og tvøsti við tær til Danmarkar.

Føroyingar búsettir í Føroyum
Føroyingar, sum eru búsettir í Føroyum, kunnu hava 10 kilo av grindahvali við sær til Danmarkar til egna nýtslu, uttan at søkja um út- og innflutningsloyvi. Tó er hvørki loyvt at selja ella lata grindina sum gávu til onnur, men tvøsti kann etast saman við vinum og familju.  

Sí eisini nærri kunning her.