03. maj 2018

Bjarni Hammer á Fólkating fyri Sjúrð Skaale

Bjarni Hammer fer at røkja fólkatingssessin hjá Javnaðarflokkinum frá mánadegnum.

Sjúrður Skaale er burturstaddur og hevur tí biðið sær farloyvi frá Fólkatinginum frá komandi mánadegi. Fólkatingið samtykti í dag einmælt – sum siðvenja er – umbønina um, at Bjarni Hammer tekur sætið í hansara stað.

- Eg gleði meg sjálvandi til uppgávuna, sigur Bjarni Hammer.

Bjarni Hammer røkir sessin fram til 13. mai.