Sjúrður Skaale
Lesarabræv29. februar 2012
Sjúrður Skaale

Bondskar ákærur móti Føroyum

Bretski umboðsmaðurin í ES kallaði føroyingar fyri piratar. Tey føra fram, at føroyingar hava seksfaldað fiskiskapin og hótta stovnin. At føroyingar og íslendingar eru teir einastu, sum fiska uttan avtalu, og at teir á henda hátt undirgrava tilverugrundarlagið hjá øllum fiskimonnum.

Eftir eina samrøðu á Rás2 á middegi, kom hendan samrøðan við Sjúrð Skaale á Portalin: 

Álitið frá ES kommisiónini um at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum vóru viðgjørt í ES parlamentinum í morgun. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, var til staðar, og sambært honum so var talan um eitt sera bondskt orðaskifti. 

– Tinglimirnir vildu seta víðgong tiltøk í gongd ímóti Føroyum, har allar avmarkingar verða tiknar burtur, bæði fyri laks og fyri tosk, segði Sjúrður Skaale við Rás2 á middegi.

Hann segði, at bretski umboðsmaðurin kallaði føroyingar fyri piratar. Tey føra fram, at føroyingar hava seksfaldað fiskiskapin og hótta stovnin. At føroyingar og íslendingar eru teir einastu, sum fiska uttan avtalu, og at teir á henda hátt undirgrava tilverugrundarlagið hjá øllum fiskimonnum.

Tingfólk úr Týsklandi, Spania, Skotlandi, Írlandi og Bretlandi mælti til at seta strongu tiltøkini í verk ímóti Føroyum. Men umboðsmaðurin fyri ES kommisiónina vísti tó á, at sum hann dugdi at síggja tað, so hevur ES ikki heimild at fara longur enn tað, sum liggur í kortunum. Sambært honum ber ikki til at víðka tiltøkini til eisini at fevna um laks og tosk, tí so verður farið út um tað, sum ES hevur bundið seg til gjøgnum fríhandilsavtalu við WTO.

Men hetta helt týska umboðið lítði um. Hann helt, at tað mátti vera tað tað var við hesi WTO avtaluni, tí um Føroyar skulu rakast, so má tað vera annað enn makrelur, tí so lítil partur av makrelinum úr Føroyum fer til ES.

Mánadagin skal málið endaliga samtykkjast. Men tá tað ikki er í samsvar millum tað, sum Europatingið mælir til og tað, sum kommisjónin mælir til, so skal ráðharraráðið taka støðu. Um ráðharrarnir ikki eru samdir við tingið, so verða samráðingar teirra millum, tí kann tað taka nógva tíð.

Sjúrður Skaale segði við Rás2, at hann hevði spurt umboð fyri ráðharraráðið um, hvussu langa tíð, hetta kundi taka.

– Hann segði, at avgerðin fellur ikki fyrr enn seint í heyst – ella kanska í november ella desember. Tí fær tað ikki avleiðingar fyri fiskiskapin í ár, segði Sjúrður Skaale.

 
Kom beinleiðis á greinina á Portalinum her:
http://aktuelt.fo/grein/bondskar_akarur_moti_foroyum