Sjúrður Skaale
Lesarabræv09. december 2011
Sjúrður Skaale

Edmund Joensen brýtur Fólkatingsins reglur

Opið bræv til Edmund Joensen um spunasmið hansara, harra SMS (Sletta Míni Spor).

Góði Edmund!

 

Í Danmark er ein fyrrverandi ráðharri - Troels Lund Poulsen - komin í óføri, tí ein spunasmiður hansara vildi sverta Helle Thorning Schmidt. Men hann breyt lógina, tí teir upplýsingar, hann læt pressuni, vóru í trúnaði. Og so vísti tað seg eisini, at teir vóru ósannir.

Tú hevur eisini ein spunasmið, sum vanliga verður nevndur "Harra SMS". (Ella "Harra Sletta Míni Spor").

Og nú hevur tín spunasmiður - sum jú skrivar tíni lesarabrøv - gjørt nakað tað sama.

Í grein mánadagin fortelur hann, hvat eg skal hava sagt á einum fundi í Føroyanevndini.

Hetta er greitt brot á fólkatingsins reglugerð, sum sigur, at tað, sum fer fram í eini nevnd, er í trúnaði. Eftir ein fund hava nevndarlimir loyvi til at siga, hvat teir sjálvir hava sagt - men teir hava ikki loyvi til at siga, hvat onnur hava sagt.

Tað stendur m.a. í "Folketingets Forretningsorden" § 8, stk 7: "Deltagerne i et lukket udvalgsmøde må ikke videregive oplysninger om forhandlingerne til offentligheden, medmindre udvalget har besluttet andet."

Tað stendur eisini sera greitt í teirri "Håndbog om folketingsarbejdet", sum tú hevur fingið útflýggjaða: "... folketingsmedlemmer, ministre og embedsmænd må ikke referere over for andre, hvad der er blevet sagt under forhandlingerne i udvalget. Det er altså ikke tilladt at referere de synspunkter, vurderinger og argumenter, som andre udvalgsmedlemmer eller ministeren har fremført på udvalgets møde."

Hesar reglur hevur tú brotið, Edmund. Og minst til: tú stendur einsamallur til svars fyri tað, sum tú letur SMS skriva.

Men tú hevur ikki bara brotið formligu reglur fólkatingsins. Tú hevur eisini brotið allar reglur um sømiligan atburð. Tí tað, sum SMS sigur í tínum navni, er jú kolasvørt lygn.

Eg hevði á umrødda fundi eina framløgu um Føroyar, og øll tey, sum vóru til staðar vita, at hon ikki á nakran hátt var partapolitiskt litað.

Tað er eingin ivi um, at tú hevði fingið trupulleikar, um eg hevði klagað teg til formansskapin. Tí sum skrivað stendur: "Hvis et folketingsmedlem udtaler sig offentligt på en måde, som klart er i strid med tavshedspligten, bliver det påtalt af Folketingets Præsidium."

Men eg havi kortini valt at lata tað fara hesaferð. Ikki minst tí at tað hevði skatt umdømi Føroya á Fólkatingi.

Men næstu ferð fari eg víðari við tí. So vita tit tað - tú og SMS. 

Slepp tær av við SMS 
Eg hevði annars vónað, at vit fingu eitt gott samstarv á fólkatingi. Men so leingi tú letur SMS bera seg soleiðis at, verður trupult at hava nakað sum helst samstarv.

Og tað eru ikki bara viðurskiftini millum okkum, sum SMS kann oyðileggja. Hevði eg klagað um hetta málið, hevði tað eisini skatt títt umdømi millum aðrar fólkatingslimir.

Og tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tú átti at ansað tær fyri SMS. Tað eru jú ikki smávegis upphæddir, ið tú rindar honum fyri at skriva hesi mangan perfidu lesarabrøvini. Og tað er jú ikki tílíkt, pengarnir tú fært frá Fólkatinginum eru ætlaðir til.

Dimmalætting tók einaferð til viðgerðar tær ovurhonds upphæddir, ið tú nýtir til "ráðgevarar". Men Dimma slepti skjótt málinum aftur. Hevði tann meiri áhaldandi danska pressan farið at kannað tað, hevði tú kanska ikki sloppið so lætt...

Eitt afturat: 
Tú veitst væl, at SMS bara er í tínum parti, tí tú rindar honum pengar fyri tað. Tú veitst væl, at hansara persónligi integritetur er sera avmarkaður. At hann altíð er til sølu, og altíð meinar tað, sum hann fær mest pengar fyri at meina.

Heldur tú tað vera serliga gagnligt fyri politiska lívið, at tað verður stýrt av slíkum spunasmiðum, ið altíð fara hagar, sum pengarnir eru, uttan nakran helst áhuga fyri politiskum virðum og innihaldi?

Svarið er sjálvsagt nei. Og tað er enn ein orsøk til, at tú átti at sloppið tær av við "Harra SMS".