Tíðindi05. december 2011

Ein útstappaður lundi til donsku stjórnina

Orsakað av stóra makrelstovninum, eru sera fáir lundar klaktir í Føroyum seinastu árini. Fyri at minna á stóra trupulleikan við makrelinum, hevur Sjúrður Skaale handað donsku stjórnini ein útstappaðan, føroyskan lunda

Á myndini er tað Nicolai Wammen, europamálaráðharri, sum tekur móti lundanum frá Sjúrði Skaale

Sum partur av ES er Danmark mótpartur Føroya í teimum hørðu samráðingunum um, hvussu makrelkvotan skal býtast millum ES, Ísland, Norra og Føroyar.

 

Hesar samráðingar eru endaðar úrslitaleysar tvey ár upp í slag, og hava longu havt við sær landingarbann og uppsøgn av avtalum.

ES leggur nú ætlanir um at fara víðari. Arbeitt verður við eini rammulóg, sum skal geva heimild til at seta í verk ítøkilig revsitiltøk seinni.

Føroyingar samráðast tí undir eini hóttan, sum samráðingar verða aftur hesa vikuna.

Hetta kann illa kallast annað enn revolvaradiplomati, og fólkarættarliga er framferðin eisini sera ivasom.

 

Sjúrður Skaale er valdur at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi, og styðjar eini stjórn sum kanska – umvegis ES – verður við til at seta tiltøk í verk móti Føroyum.

Hetta er ein trupul støða, og Sjúrður Skaale hevur tí havt fundir við allar viðkomandi danskar ráðharrar og teirra embætisfólk um málið: Mette Gjerskov, matvøru- og fiskimálaráðharra, Nicolai Wammen, europamálaráðharra, og Villy Søvndal, uttanríkisráðharra.

Har hevur hann greitt frá hvussu føroyingar síggja støðuna, hvønn týdning makrelfiskiskapurin hevur fyri Føroyar, og hvussu nógva ávirkan tað hevur á føroyskt fiska- og fuglalív, at so stórur partur av makrelstovninum farnu árini hevur flutt seg inn í føroyskan sjógv.

Ein broyting sum helst hevur samband við tann stóra makrelstovnin er, at sera fáir lundar eru klaktir í Føroyum farnu fimm-seks árini. Til tess at minna á hetta og leggja dent á týdningin av tí, hevur Sjúrður Skaale eisini handað donsku stjórnini ein útstappaðan, føroyskan lunda.

Men danska stjórnin kann sjálvandi ikki treytaleyst taka støðu fyri føroysku sjónarmiðjunum í hesum spurningi. Lutvíst tí at avgerðin um hetta verður tikin av einum meiriluta í ES, og lutvíst tí at Danmark og Føroyar eru mótpartar. Danmark er ikki bara partur av ES, men hevur eisini beinleiðis áhugamál í makrelvinnuni. Í ár vórðu yvir 30.000 tons av makrelkvotuni hjá ES tillutað Danmark.

Allir ráðharrarnir skilja kortini føroysku støðuna, og hava lova at gera tað, teir kunnu, til tess at funnin verður ein semja í málinum. Eydnast tað ikki, og ES-meirilutin krevur tiltøk sett í verk, fer danska stjórnin at gera alt fyri, at hesi tiltøk verða so mild sum gjørligt