Sjúrður Skaale
28. april 2017
Sjúrður Skaale

Føroysk foreldur í Danmark fáa nú størri rættindi

- Vit hava bíðað eftir hesum í skjótt hálvt fjóðra ár, so tað er avgjørt ein sigur, at tað nú loksins sær út til at fara at bera á mál, sigur Sjúrður Skaale nú danska stjórnin mælir til at betra munandi um møguleikar hjá føroyingum í Danmark at fáa ískoyti til at ansa egnum børnum.

Danska dagtilbudsloven gevur rætt til eitt ískoyti til teirra, ið vilja ansa egnum børnum. Fyri føroyingar og grønlendingar er hetta tó millum annað treytað av, at teir hava verið í Danmark í sjey av seinastu átta árunum.

 

Uppihald í øðrum parti av Ríkinum – also í Føroyum ella Grønlandi – telur sum er ikki við í uppgerðini av teimum sjey árunum. Samstundis er uppihaldskravið als ikki galdandi fyri EU-borgarar og EBS-borgarar, um hesir borgarar eftir EU-rættinum hava krav uppá ískoytið.

 

- Hetta hava vit í Javnaðarflokkinum lagt nógva orku í at fáa broytt. Sjálvandi fyrst og fremst fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyingum í Danmark, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.

 

- Men eisini tí, at verandi støða er tann heilt margháttliga, at Danmark við hesi skipan gevur borgarum uttan fyri Ríkisfelagsskapin betri rættindi enn borgarum innanfyri felagsskapin hava. Tað kann ikki vera annað enn skaðiligt fyri Ríkisfelagsskapin. Eftir tógvið stríð sær nú loksins út til, at danska stjórnin fer at broyta hetta, sigur Sjúrður Skaale.

 

Sjúrður Skaale hevur fleiri ferð spurt eftir einari loysn. Fyrstu ferð í december 2014, har ráðharrin lovaði at hyggja uppá málið. Síðani aftur í november 2015, har ráðharrin lovaði at koma við einari loysn. Og aftur fyrst í hesum mánaðinum, har núverandi danski ráðharrin á økinum, Mai Mercado, vísti til eina politiska ætlan á ansingarøkinum, sum fór at koma í næstum.

 

Í gjár legði ráðharrin so fram ætlanina fram. Og í henni stendur at lesa, at stjórnin vil beina hesa forðingar av vegnum.

 

"Mælt verður til, at familjur, sum innanfyri 7 av seinastu 8 árunum hava hildið til í Føroyum og í Grønlandi, hava somu møguleikar sum familjur, sum hava hildið til í Danmark í mun til at fáa ískoyti [til at ansa egnum børnum], tá ið familjan býr í Danmark", skrivar stjórnin í uppskotinum.

- Málið er ikki endaliga avgreitt enn. Stjórnin er ein minnilutastjórn og tí skulu samráðingar sjálvandi vera um innihaldið í ætlanini. Men eg bæði vænti og vóni, at javnsetingin av føroyingum verður við í uppskotinum, sum verður borið í tingið, sigur Sjúrður Skaale, sum tí eisini ætlar sær at fylgja málinum frameftir.