Tíðindi10. januar 2012

Fyrispurningur um ósemjuna um makrelfiskiskapin

Sjúrður Skaale hevur í dag sett soljóðandi §20 spurning til danska fiskimálaráðharran, Mette Gjerskov:

Sjúrður Skaale hevur í dag sett soljóðandi §20 spurning til danska fiskimálaráðharran:

»Hvørja hugsan hevur ráðharrin um uppskotið, sum varð samtykt í Norðurlandaráðnum 3. november, og sum sigur, at norðurlendsku londini skulu leggja uppí, fyri at finna eina loysn á stríðnum um makrelfiskiskapin?«  

 

 

Grundgevingin er soljóðandi: 

Norðurlandaráðið samtykti 3. november 2011 eitt nevndaruppskot um, at norðurlond skulu leggja uppí  fyri at loysa stríðið um makrelfiskiskapin. Í uppskotinum viðmælir Norðurlandaráðið Norðurlendska Ráðharraráðnum millum annað at raðfesta arbeiðið við at finna eina loysn í makrelstríðnum, at styrkja vísindaliga grundarlagið í metingini av støddini av makrelstovninum og ferðamynstrinum hjá makrelinum, at koma við uppskotum til eina fyrisetingarskipan og at minka um vandan fyri stríðið um makrelin.