Sjúrður Skaale
Lesarabræv17. januar 2012
Sjúrður Skaale

Høgni Hoydal skjýtur seg sjálvan

Endamál Høgna er ikki at gagna makrelmálinum – tað er at raka meg. Men hann skjýtur seg sjálvan. Tí fyri fólkatingsvalið segði Tjóðveldi tað vera ”ómetaliga umráðandi” at gera júst tað, sum eg geri

Eg skal ikki troytta fólk, men eg tími ikki at verða lagdur undir nakað, sum eg ikki eri sekur í.

Høgni Hoydal hevur nú tvær ferðir innan eina viku lagt meg undir at draga samráðingarnar millum Føroyar og ES niður á fólkating.

Tað havi eg ikki gjørt. Men eg havi umrøtt eitt mál, sum eftir vanligum, demokratiskum kanalum er komið úr Bruxelles til stjórnina og fólkatingið at taka støðu til: Nevniliga grundreglurnar undir einum uppskoti, sum skal loyva ES at boykotta Føroyar.

Uppskotið er sett fram, tí ES heldur uppá, at føroyingar fiska ov nógv. Tá eg havi talað ímóti uppskotinum havi eg tí sjálvsagt ført fram nøkur yvirskipað argument fyri, hví føroyingar eiga rætt til meira enn tey 5-7% av kvotuni, sum ES vil lutað okkum. Hetta er gjørt í samráð við viðkomandi partar – og tað hevur gjørt góðan mun. Men sjálvar samráðingarnar havi eg ikki á nakran hátt blandað meg uppí.

Høgni er eisini ónøgdur um, at eg einaferð handaði stjórnini ein lunda. Men tað var bert fyri at vísa, hvussu stóra ávirkan tað hevur á alla okkara bioskipan, at makrelurin er komin í føroyskan sjógv. Slíkt kann (eins og t.d. ein amboðskassi...) styrkja fatanina av einum máli. Nú gloymir eingin í donsku skipanini, at nærum eingin lundi er klaktur í Føroyum í eini fimm ár – m.a. orsakað av makrelinum. Eisini tað gagnar okkara sak.

 

Tjóðveldisins lyfti

Eg veit sjálvandi væl, at hesi skotini frá Høgna ikki snúgva seg um at gagna málinum, men um at raka meg og mín flokk. “Man merkt die Absicht und wird verstimmt”.

Men hann átti at hugsað seg betur um – tí skotini raka Høgna sjálvan. Eg geri nevniliga júst tað, sum Tjóðveldi lovaði at gera, um tey vunnu ein fólkatingssess. Í einum videobrotið undan valinum segði Bjørt Samuelsen t.d. soleiðis um makremálið: 

“Tað er eitt mál sum vit skulu hava loyst í Føroyum. Men makreltrupulleikin er ein trupulleiki millum okkum og ES, og Danmark er jú ein partur av ES, og fær eisini skjótt formansskapin har.  Tað er ómetaliga umráðandi at tað umboðið, sum verður á fólkatingi, er eitt djarvt umboð, sum fer inn og roynir at sannføra danir um, at teir verða also noyddir til at arbeiða okkara vegna í hesum málinum eisini (…).  Tí er tað umráðandi, at mann fer beinleiðis inn í kjak við danskar politikarar í fólkatinginum um hetta her fyri at fáa ta parlamentarisku undirtøkuna fyri støðu Føroya í hesum málinum.”

Tað var altso – fyri valið – ”ómetaliga umráðandi” fyri Tjóðveldi, at hetta varð tikið upp á fólkatingi. Um tað altso var Tjóðveldi, sum vann sessin.

Men tað var tað sum kunnugt ikki.

Mann tað ikki vera júst har, at hundurin liggur grivin?