Tíðindi14. december 2011

Hví legði ríkisumboðið upp í kjakið í Løgtinginum 8. desember?

Spurningur til danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon, um hendingina, tá ríkisumboðið legði upp í løgtingskjakið 8. desember 2011.

Sjúrður Skaale hevur sent soljóðandi §20 spurning til danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon:

»Var tað eftir boðum frá donsku stjórnini, at ríkisumboðið í Føroyum luttók í Løgtingskjakinum um eitt skattauppskot tann 8. desember 2011, og um so er, hví fekk hann hesi boð?«

Skrivliga grundgevingin fyri spurninginum er soljóðandi:

»Undir kjakinum um eitt skattamál - eitt uppskot um, at pensjónir skulu skattast við inngjaldi heldur enn við útgjaldi - í Løgtinginum 8. desember hendi tað óvanliga, at ríkisumboðið nýtti rætt sín at luttaka í kjakinum. 

Hetta er sera óvanligt, tá tað snýr seg um eitt yvirtikið málsøki. 

Ríkisumboðið er, sum navnið sigur, eitt umboð fyri ríkið, og tað hann ger, ger hann sostatt fyri ríkið. 

At hetta hendi, hevur elvt til kjak um, hvørt danska Fíggjarmálaráðið hevur havt umrødda mál til viðgerðar; um danska Fìggjarmálaráðið er skeptiskt í mun til uppskotið - og um man tí roynir at ávirka málið, áðrenn tað verður samtykt.

Um hetta er rætt, er tað eisini sera óvanligt, tá tað snýr seg um eitt yvirtikið málsøki.«