Sjúrður Skaale
Lesarabræv30. januar 2012
Sjúrður Skaale

Kaj Leo í Mission Impossible

Støðan var púra vónleys, tá Kaj Leo fór við biddaraposanum til Danmarkar. At eg fái skyldina fyri soltna úrslitið, er tekin um reina desperatión

Aftur og aftur geva fremstu menn Sambandsfloksins mær skyldina fyri, at blokkurin bara hækkar góðar 8 milliónir - og ikki 200, sum teir ætlaðu.

Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til - og eg havi hildið hetta verið so skít býtt, at eg havi bara tagt. Men nú eg síggi at tað blívur við, skal eg geva eitt stutt svar.

Orsøkirnar til vánaliga úrslitið hjá Kaj Leo, eru hesar:

1) Danski statskassin hevur størri undirskot enn nakrantíð áður. Nógv størri enn tað føroyska. Har eru eingir pengar at fara eftir.

2) Fastfrystingin av blokkinum byggir á avtalur, sum eitt samt løgting hevur staðið aftanfyri. Mann kann ikki uppsiga avtalur, sum mann sjálvur hevur gjørt, 10 ár aftur í tíðina.

3) Danska stjórnin veit, at seks av sjey flokkum í Føroyum áðrenn valið søgdu seg vera ímóti at hækka blokkin.

4) Stjórnin veit eisini, at meirilutin av føroyingum sambært Gallup IKKI vil hava blokkin hækkaðan.

5) Harumframt veit stjórnin, at samgongan í Føroyum hevur slept fíggjarligu teymunum, og at føroyingar nú rinda nógv minni skatt enn danir. 

6) Men tað týdningarmesta er, at tá málið varð viðgjørt í tinginum, gjørdi Fólkaflokkurin púra greitt, at hann IKKI VIL hava blokkin hækkaðan. Við hesum gjørdi Fólkaflokkurin, at Kaj Leo einki - absolutt einki sum helst - hevði at standa á. Tí tað, sum verður sagt á løgtingi um eitt slíkt mál, fer sjálvsagt beint til Danmarkar.

Soleiðis var politiski veruleikin, tá Kaj Leo fór grulvandi frá einari danskari ráðharrastovu til aðra við biddaraposanum.

Honum vantaði tað avgerandi: Stuðul heimanífrá. Fyrst og fremst frá Fólkaflokkinum.

Nøkur hildu tað vera pínligt. Fólkaflokkurin flenti helst at honum. Men einki rættsiktað menniskja kundi ivast í, at hetta var "mission impossible". Samráðingarstøðan var púra vónleys.

 

Frustratión

Sambandsflokkurin vann valið - men Fólkaflokkinum fekk alt valdið. Tað einasta Sambandið er sloppið at gera, er at biðja um hægri blokk. Men Fólkaflokkurin torpederaði eisini tann spinkla møguleikan fyri, at tað skuldi eydnast.

So eg skilji væl frustratiónina hjá Kaj Leo, Bárði, Edmund og Co.

Men at geva mær skyldina - tað er altso ov ússaligt!