Tíðindi06. marts 2012

Makrelstríðið í Orientering

Stríðið um makrelin í Norðuratlantshavi varð í gjár viðgjørt í sendingini Orientering á donsku útvarpsrásini, P1. Sjúrður Skaale greiðir í sendingini millum annað frá, at hann metir tiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk ímóti, Føroyum, vera í stríð við WTO reglarnar, og at ES við tiltøkunum roynir at verja arbeiðspláss felagsskapinum, meðan verja av makrelstovninum kemur í aðru røð.

Stríðið um makrelin í Norðuratlantshavi varð í gjár viðgjørt í sendingini Orientering á donsku útvarpsrásini, P1.

Sjúrður Skaale greiðir í sendingini millum annað frá, at hann metir tiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk ímóti Føroyum, vera í stríð við WTO reglarnar, og at ES við tiltøkunum roynir at verja arbeiðspláss felagsskapinum, meðan verja av makrelstovninum kemur í aðru røð.

Harafturat kemur í innslagnum eisini fram, at danska stjórnin hevur lovað Sjúrði Skaale, at Danmark - hóast tað við formannskapinum í ES er í einari truplari støðu - fer at leggja heilt stóran dent á, at møgulig tiltøk fylgja WTO reglunum og ST havrættarsáttmálanum.

Innslagið kann hoyrast við at trýsta her: http://www.dr.dk/P1/orientering/indslag/2012/03/05/161306_1_1_1_1_1_1_1_1.htm