Sjúrður Skaale
Lesarabræv13. januar 2012
Sjúrður Skaale

Maksimal ávirkan undir truplum umstøðum

Danska stjórnin er undir stórum trýsti frá donsku makrelvinnuni, sum krevur hørð og kontant tiltøk móti Føroyum. Úr Skotlandi, Írlandi og Hollandi er sama trýst. Hetta snýr seg ikki um argument, men um makt. Støðan er álvarsom. Ov álvarsom til at brúka partapolitiskt spæl.

Javnaðarflokkurin segði fyri fólkatingsvalið, at vit vildu tryggja Føroyum maksimala ávirkan – ikki minst í makrelstríðnum við ES.

Fleiri halda ikki hesa ávirkan hava munað nóg væl, nú ES fyrireikar eina lóg, sum skal geva felagsskapinum heimild at boykotta okkara makrelvinnu.

Edmund Joensen segði við sjónvarpið týskvøldið, at: “Vissi tað er hansara maksimala ávirkan at Danmark boykottar kortini, so vil eg ikki kalla tað maksimala ávirkan”.

Síðani hevur hann á internetinum fleiri ferðir endurtikið, at av tí at eg ikki hava megnað heilt at steðga ætlanini hjá ES, havi eg ikki gjørt mítt arbeiði nóg væl.

Hetta er heilt ótrúliga óseriøst.

Fyrst er at siga, at ES er ein stórur felagsskapur. Har eru 27 limalond, og einir 10.000 parlamentslimir.

Men Edmund heldur at ein teirra – eg – einsamallur skal fáa ES heilt at broyta støðu.

Hann kundi tað sama harta meg fyri ikki at steðga ófriðinum í Irak...

Sannleikin er, at eg havi gjørt tað eg kann. Og ávirkanin hevur, júst sum lovað, verið maksimal.

Men umstøðurnar eru sera truplar.

 

Okkara egna val

Fyrst er at siga, at vit hvørki kunnu krevja ella vænta treytaleysan stuðul frá Danmark í hesum máli. Føroyingar hava sjálvir valt at standa uttanfyri ES. Tað merkir, at Danmark, sum ES-limur, viðhvørt verður okkara mótstøðumaður.

Tað er ikki Danmarkar val – tað er okkara val.

Tað ber ikki til at siga, at Danmark er “í parti við” ES, sum tað hevur staðið í onkrari yvirskrift. Danmark er ein PARTUR av ES – júst sum nólsoyggin er ein partur av Føroyum.

Og Danmark kann ikki einsamalt bestemma, hvat ES ger í hesum spurningi. Tað er meirilutin, sum ræður.

Men Danmark kann sjálvandi – sum onnur limalond – ávirka málið. Og eg kann – sum ein avgerandi atkvøða hjá donsku stjórnini – ávirka Danmarkar støðu.

Og tað havi eg gjørt. Á eini røð av fundum við allar viðkomandi danskar ráðharrar og teirra fremstu embætisfólk havi eg greitt frá føroysku støðuni, og hvussu makrelurin ávirkar bioskipanina við Føroyar. Eg havi ikki hótt við nøkrum, men danska stjórnin veit, at mín stuðul ikki er treytaleysur.

Eisini í Norðurlandaráðnum havi eg gjørt gjørt vart við føroysku sjónarmiðini og ávirkað eina samtykt, sum er gagnlig fyri Føroyar.

 

Lempelige sanktioner

Úrslitið er, at Danmark IKKI er millum tey, sum krevja hørð tiltøk sett í verk móti Føroyum.

Tvørturímóti hevur danski fiskimálaráðharrin, Mette Gjerskov, gjørt greitt – bæði í Bruxelles og í Danmark – at “skal der sættes sanktioner ind, må de være så lempelige som muligt”.

Hetta er als ikki nøkur løtt støða hjá donsku stjórnini at taka. Tvørturímóti.

Danski markrelídnaðurin er nevniliga ikki so lítil – og hann hevur júst somu meining sum Írland, Skotland og Holland: Føroyar skulu revsast hart!

Longu í desember var Mette Gjerskov fyri álopum frá bæði Danmarks Fiskeriforening og Danmarks Pelagiske Producentorganisation. Tey kravdu eina harðari linju og gjørdu greitt, at “ministerens opgave er dansk fiskeris interesser”.

 

Skriv til fólkatingið

Tá tað gjørdist greitt, at uppskotið, sum skal geva ES heimild at boykotta Føroyar, bert snýr seg um at boykotta virksemi, sum er tengt at sjálvum makrelinum, gjørdi danska pelagiska framleiðslufelagið aftur vart við seg. Í einum óvanliga hvassorðaðum skrivi til stjórnina, varð kravt, at Føroyar skulu revsast bæði hart og kontant.

Í skrivinum verður víst á, at tann stóra týdning, ið makrelvinnan hevur fyri Danmark, og stjórnin verður hartað fyri ikki at taka atlit til danskan ídna. Føroyar verða lagdar undir at hótta makrelstovnin, og felagið sigur seg vænta, at stjórnin “derfor arbejder for at effektive og omfattende sanktioner overfor Færøerne og Island træder i kraft hurtigst muligt”.

Felagið heldur ikki, at uppskotið sum nú liggur á borðinum er nóg gott: ”Det er afgørende, at listen over mulige sanktioner udvides til også at omfatte restriktioner for handel med fiskevarer generelt.”

Hetta merkir, at eisini føroyskur laksa- og toskaútfutningur skal boykottast.

Brævið endar við hesum orðum:

”Som formand for EU, leder af Rigsfællesskabet og medlem af Norden har Danmark har et betydeligt og særligt stort ansvar i arbejdet med at genoprette en ansvarlig forvaltning af makrelressourcen. Med udgangspunkt i de betydelige EU interesser som makrelfiskeriet repræsenterer, bør Danmark udvise rettidig ansvarlighed og gå forrest med implementeringen af udvidede og effektive handelsrestriktioner overfor Færøerne og Island, samt i langt højere grad end hidtil udnytte den direkte indflydelse, man har i Island og på Færøerne i særdeleshed.

Ligesom vores kollegaer i EU og Norge finder DPPO det uforståeligt og uacceptabelt, at det danske rigsfællesskab anno 2012 – qua Færøernes handlinger i makrelsagen – repræsenterer en hidtil uset grad af uansvarlighed og hensynsløshed i international fiskeriforvaltning.”

 

Ov álvarsamt til partapolitikk

Pástandirnir hjá danska pelagiska felagnum, Skotlandi, Írlandi og Hollandi eru ikki rættir. Tað er eingin ivi um, at verða atlit tikin til saklig og biologisk argument, eiga Føroyar rætt til munandi størri kvotu enn hana, sum ES vil lutað okkum.

Men her er tað hent, sum so ofta hendir, tá nógvir pengar eru uppá spæl: Tað eru ikki saklig argument, sum skulu fáa føroyingar at bakka – tað er rá makt.

Hvat okkara svar skal vera, er upp til landsstýrið at gera av. Men støðan er trupul, tí uttan mun til hvat verður gjørt, fær tað fíggjarligar avleiðingar fyri Føroyar.

Men støðan hjá donsku stjórnini er eisini trupul. Hon er undir stórum trýsti frá sínum egna makrelídnaði og øðrum ES-londum, og skal samstundis taka atlit til Føroyar.

Objektivt sæð er hon kanska minst pliktað til at lurtað eftir Føroyum. Danmark og Føroyar eru jú mótpartar í hesum máli, tí føroyingar sjálvir hava valt tað.

Tað kann sjálvandi gitast um, hví stjórnin kortini hevur tikið ta støðu, hon hevur – men eftir mínum tykki er tað sera positivt.

At enda vil eg mæla Edmundi Joensen frá at nýta hetta máli í sínum evindaliga partapolitiska spæli. Til tess er tað alt ov álvarsamt.