Lesarabræv02. marts 2012

Nei, Danmark hevur ikki ábyrgd av ”blokk-økjunum”

Tað er lógarfest, at Danmark við blokkstuðulsskipanini segði frá sær ábyrgdina av teimum økjum, sum Føroyar áður fingu endurgjald fyri. Svar til Edmund Joensen

Royndin hjá Sambandsflokkurin at hækka blokkstuðulin við 200 milliónum bygdi eitt høvuðsargument: Danski staturin hevur framvegis fíggjarligu ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum blokkstuðulin upprunaliga fevndi um.

Men hetta er ikki rætt. Eg spurdi um tað í fólkatinginum týsdagin – og tá váttaði danski fíggjarmálaráðharrin eisini, at hetta ikki er rætt.

Í dag endurtekur Edmund Joensen so uppáhald Sambandsfloksins. Men rættari verður tað ikki fyri tað.

Eitt nú kann hyggjast at fólkatingslóg nr. 269 frá apríl 1993: Lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre.

Har verða øll økini nevnd, sum heimastýrið áður hevði fingið endurgjald fyri, men sum blivu løgd í blokkin. Og fyri hvørt einstakt øki verður sagt, at ”Udgifterne i henhold til denne lov afholdes af Færøerne efter hjemmestyrets nærmere bestemmelse”.

Og í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at ”Ved ophævelsen af de eksisterende refusionsbestemmelser ophører den danske stats medfinansiering af udgifterne, og hjemmestyret overtager det fulde ansvar for ordningerne. Som kompensation for refusionens bortfald yder den danske stat et generelt bloktilskud til Færøerne”.

Altso: Støddin á blokkinum var upprunaliga roknað út eftir, hvussu nógv Danmark hevði rindað fyri hesi øki áður. Men við blokkstuðulinum fall Danmarkar beinleiðis ábyrgd burtur. Stuðulin var – og er – ein generellur stuðul, og føroyskir myndugleikar ráða sjálvir yvir, hvussu pengarnir verða nýttir.

At upprunaligu málsøkini framvegis verða nevnd í sambandið við blokkin, og at møguligar yvirtøkur av ávísum málsøkjum hava við sær lægri blokk, broytir ikki tann lógarfesta veruleika, at Føroyar hava ”yvirtikið fulla ábyrgd av skipanunum”, sum sagt verður í viðmerkingunum til lógina.