Sjúrður Skaale
25. januar 2018
Sjúrður Skaale

Nú má Mobilepay koma til Føroya

Føroyingar hava bíðað nóg leingi eftir, at tað fer at bera til at brúka MobilePay í Føroyum. Sjúrður Skaale vil tí hava donsku stjórnina at leggja trýst á fíggjarliga geiran.

Hvønn einasta minutt verða 137.000 krónur sendar umvegis MobilePay-skipanina. Tilsamans eru einar 133 milliardir krónur sendar umvegis skipanina síðani hon kom á marknaðin í mai 2013. Appin er í dag at finna á 9 av 10 smarttelefonum í Danmark og skipanin verður  brúkt av bæði privatum, fyritøkum og kommunum.

- Hesi tølini siga alt. Veruleikin er, at MobilePay er vorðin ein avgerðandi partur av infrakervinum í fíggjarliga geiranum. Tí skulu føroyingar sjálvandi eisini kunna nýta hesa skipanina. Tað er púra givið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur tikið málið upp við donsku stjórnina.

- MobilePay er sum so ein privat skipan. Men hon verður mær vitandi brúkt av øllum donsku peningastovnum eftir at Swipp-skipanin varð niðurløgd einum knøppum ári síðani. Tí er í veruleikanum onki alternativ. Og tí mugu danskir myndugleikar, sum varða av bankamálum, syrgja fyri at allur ríkisfelagsskapurin hevur møguleika at brúka skipanina.

Fólkatingslimurin hevur tí sett Brian Mikkelsen, vinnumálaráðharra, hendan spurning:

Er ministeren enig i, at MobilePay har udvikle sig til i dag at være en meget væsentlig bestanddel av hele banksektorens infrastruktur, hvad er ministerens holdning til, at MobilePay fortsat ikke er tilgængeligt for brugere på Færøerne og i Grønland, og har ministeren til hensigt at presse på for at få bankerne til at gøre MobilePay tilgængeligt for bankkunder i hele rigsfællesskabet?