Sjúrður Skaale
Tíðindi05. maj 2020
Sjúrður Skaale

Ráðharri harmast um, at ákærumál draga út. Sjúrður Skaale fer víðari við málinum

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi herfyri Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, um tað er rímiligt, at borgarar kunnu standa ákærdir í áravís meðan bíðað verður eftir dómi, og har sosiali dómurin kann vera sera tyngjandi.

Í viðmerkingunum vísti Sjúrður millum annað til Eik málið, har fólk, eftir at hava staðið ákærd í sjey ár, vórðu fríkend. Tað var serliga hetta málið, sum løgmálaráðharrin hefti seg við, hóast fólkatingslimurin sipaði til yvirskipaða trupulleikan við ákærumál, sum draga ov langt út.

- Tíanverri eru fleiri dømi um, at mál hava drigið alt, alt ov langt út, at tey ákærdu hava rindað ein stóran prís fyri hetta - og har tað enntá i summum førum hevur víst seg, at tey hava verið ósek, sigur Sjúrður Skaale.

- Ráðharrin svarar, at tað hevur týdning, at borgarar fáa góða og virðiliga viðferð av rættarskipanini, og at tað ávirkar hann, tá tað ikki hendir. Ikki minst tá tað snýr seg rættarmál, sum taka drúgva tíð, hava stórar persónligar og fíggjarligar avleiðingar, og har borgarin endar við at verða fríkendur, vísur fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin á.

Sjúrður Skaale fegnast um, at ráðharrin ásannar at hetta er ein trupulleiki, og ætlar Sjúrður sær ikki at sleppa málinum her.

- Tá fólkatingið aftur fer at virka sum vanligt, fari eg at reisa málið sum eitt spurnarorðaskifti á Fólkatingi, sigur Sjúrður.