Sjúrður Skaale
Lesarabræv09. december 2011
Sjúrður Skaale

Salt í sambands-sárið

Í morgun gníggjaði Fólkaflokkurin salt í sambands-sárið, tá hann í tinginum endaliga avhøvdaði ætlanina um at hækka blokkin.

Fleiri sambandsfólk hava farnu vikurnar sagt, at tað er mín skyld, at tað neyvan fer at eydnast at hækka blokkin við 150 - 200 milliónum - hóast eg havi sagt, at eg nokk skal atkvøða fyri teirri avtalu, sum landsstýrið ger um hetta.

Hetta er burtur úr vón viti.

Orsøkin til, at tað neyvan fer at eydnast at hækka blokkin, eru fleiri:

1) Fastfrystingin av blokkinum byggir á avtalur, sum eitt samt løgting hevur staðið aftanfyri. Tað ber illa til at uppsiga avtalur, sum mann sjálvur hevur gjørt, 10 ár aftur í tíðina.

2) Danska stjórnin veit, at seks av sjey flokkum í Føroyum áðrenn valið søgdu, at teir halda at fastfrystingin skal halda fram.

3) Undirskotið í Danmark er ovurstórt. Tað kunnu ikki takast 150 - 200 mió. úr kassanum. Skulu 150 - 200 mió. sendast til Føroya, mugu pengarnir lænast. 

4) Men tann týdningarmesta orsøkin er, at annar av stóru samgonguflokkunum - Fólkaflokkurin - tá málið varð viðgjørt í tinginum í morgun greitt gav til kennar, at hann IKKI VIL hava blokkin hækkaðan.

Rodmundur Nielsen, framsøgumaður, var púra greiður: Hetta smakkaði honum sera, sera lítið! Brandur Sandoy segði tað sama. Og onnur fólkafloksfólk hava sagt tað sama í øðrum høpi.

Tað, sum verður sagt á løgtingi, er ikki loyniligt. Og tað, sum verður sagt um eitt slíkt mál, fer beint til Danmarkar. Og Fólkaflokkurin - flokkurin hjá fíggjarmálaráðharranum - segði altso púra greitt á tingi í morgun, at hann IKKI VIL hava blokkin hækkaðan.

Hetta merkir, at tá Kaj Leo og Jørgen - í seinasta lagi mánadagin - skulu samráðast um at hækka blokkin, so VEIT danska stjórnin, at Fólkaflokkurin er ÍMÓTI.

Samráðingarstøðan er púra, púra vónleys.

Nær fer Sambandsflokkurin at uppdaga, at hann er lumpaður so tað stendur eftir Á ØLLUM ØKJUM?

Sambandið hevur latið Fólkaflokkinum bæði fíggjarmál, fiskivinnumál, skattapolitikk og allan annan politikk. Tað einasta Sambandi hevur fingið í samgonguskjalið er, at samráðast skal um hægri blokk. - Men tær samráðingarnar hevur Fólkaflokkurin torpederað á tingi morgun - tríggjar dagar áðrenn avtalan í seinasta lagi skal gerast.

Sambandið vann valið - men flokkurin hevur ONGA ávirkan á politikkin. Og í morgun gníggjaði Fólkaflokkurin salt í sárið hjá Kaj Leo.