Sjúrður Skaale
Lesarabræv04. december 2011
Sjúrður Skaale

Sambandið, Tjóðveldið og blokkurin

Sambandsfólk mugu virða talufrælsið – og tjóðveldisfólk mugu virða tær demokratisku kommandolinjurnar.

Eftir orðaskiftið á fólkatingi týsdagin er greitt, at blokkurin neyvan verður tiðnaður við afturvirkandi kraft. Landsstýrið fær helst einar 8-10 milliónir uppá veitingina – men ikki tær 200, sum tosað hevur verið um.

Tað siga Kaj Leo Johannesen og Edmund Joensen vera mína skyld. Um bert eg stuðlaði teimum betur, halda teir, so bleiv ynskið um hægri blokk eftirlíkað uttan nakað.

Tí er ábyrgdin eisini mín, um sosialar veitingar verða skornar undir BADH samgonguni, og um fólk missa arbeiðið. Sambært Edmundi ”mugu Sjúrður Skaale og tey, ið hann umboðar, átaka sær ábyrgdina av skerjingum og væntandi fígging til vælferð í Føroyum í 2012.”

Hetta er altso patetiskt!

 

Sannleikin er, at tá Sambandsflokkurin í valstríðnum lovaði fólki hægri blokk, seldi hann veljarunum skinnið á eini bjørn, sum als ikki var skotin. Og tað vistu bæði Kaj Leo og øll hini útmerkað væl.

Sambandsflokkurin hevur jú sjálvur verið við til at gera fleiri av avtalunum um, at blokkurin skal vera fastfrystur. Og tann, sum vil annulera avleiðingarnar av avtalum, sum hann sjálvur hevur gjørt – hann hevur altso ikki eina góða sak. Og hann kann ikki geva øðrum skyldina fyri, at tað ikki eydnast.

Kaj Leo er eisini illur um, at eg havi sagt mína meining um hetta, og greitt frá, hví eg eri skeptiskur.

Ein samgongumaður heldur ikki ein aðalstjóra kunna lurta eftir nøkrum røðum, sum verða hildnar mitt í býnum ein leygardag. Nú heldur løgmaður so heldur ikki, at ein valdur politikari kann siga sína meining. Hvat verður tað næsta?

Sambandið vann valið, men Fólkaflokkurin fekk alt valdið. Tí skilji eg væl, at Edmund og Kaj Leo eru frustreraðir. Men hesin atburður ber brá av reinari desperatión.

 

Tjóðveldi

Hinumegin standa tjóðveldisfólk og eru ónøgd við, at eg ikki lovi at stemma ímóti eini avtalu um blokkin, um hon hevur hækking við sær.

Tey vilja altso hava, at eg sum fólkatingsmaður skal royna at annulera eina avtalu, sum Føroya Landsstýrið ger.

Hvussu samsvarar hetta við hugsanina um, at føroyskir myndugleikar – og ikki danskir – skulu hava valdið Føroyum?

Og hvat høvdu tey sagt, um ein sambandsmaður á fólkatingi annuleraði eina avtalu, sum eitt tjóðveldislandsstýri gjørdi? Eg giti, at tað hevði verið rámaskríggj.

Uttan mun til hvat mann heldur um tað, so hevur landsstýrið hjá Kaj Leo fingið mandat frá 19 tingmonnum til at samráðast um hetta. Hevði eg brúkt mína støðu á fólkatingi til at forkoma úrslitinum, hevði eg máað støðið undan sjálvari okkara demokratisku skipan.

Sambandsfólk mugu virða rættin hjá einum politikara at siga sína meining – og tjóðveldisfólk mugu virða tær demokratisku kommandolinjurnar.