Sjúrður Skaale
Tíðindi19. december 2019
Sjúrður Skaale

Sjúrður ger avtalu um 7 milliónir til føroyska undirvísing

Í morgun bleiv danska fíggjarlógin samtykt, og harvið eisini ein avtala, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt við donsku stjórnina.

Fíggjarlóg

Sjúrður Skaale greiðir Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, frá sínum uppskotum.

Avtalan er í tveimum. Annar parturin er gjørdur í samráð við Mentamálaráðið, og snýr seg um at tryggja føroyska skúlaverkinum atgongd til eina ørgrynnu av bókmentum, filmum og sjónvarpstilfari, sum kann nýtast í undirvísingarhøpi.

Verkætlanini hevur tørvað tvær milliónir – og tað verður nú játtað.

Tá arbeiðið er liðugt fáa lærarar og næmingar atgongd til nettænastuna, ‘mitCFU’, sum hýsir meira enn 42.000 donskum og útlendskum sjónvarpsrøðum, fleiri enn 500 skandinaviskum og altjóða filmum, umframt fleiri enn 300 av mest eftirspurdu fagurbókmentunum til undirvísingarbrúk á miðnámi og í fólkaskúlunum.

- Tað førkar okkum fram í nútíðina, tá talgilda tilfarið, sum liggur á mitCFU, verður tókt fyri alt føroyska skúlaverkið, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi, sum hevur samskift við fólkatingsmannin um hetta.

Arbeiðið at menna føroysku atgongdina til mitCFU og fáa neyðugu upphavsrættindini upp á pláss, verður gjørt í samstarvi millum NÁM, Center for Undervisningsmidler (CFU), grønlendsku stjórnina og aðrar føroyskar og grønlendskar áhugabólkar innan undirvísing. Eftir ætlan kann skipanin takast í nýtslu síðst í 2020.

Føroysk gransking á KU
Hin parturin av avtaluni snýr seg um undirvísing í føroyskum á Keypmannahavnar universiteti (KU). Hon er gjørd í tøttum samstarvi millum fólkatingsmannin, Fróðskaparsetrið og KU.

Smærru fakini í universitetshøpi hava verið í vanda fyri at verða spart burtur seinastu árini – harímillum føroyskt. Hetta hevur Javnaðarflokkurin á fólkatingi saman við eitt nú Tjóðveldinum á fólkatingi megnað at forðað fyri – men nú verður undirvísingin í staðin styrkt.

- Í Føroyum nýta við nógva orku og pengar uppá at læra øll børn danskt. Tí er tað ikki annað enn rímiligt, at einasta staðið í Danmark, har undirvíst verður í føroyskum, verður uppraðfest, sigur Sjúrður Skaale. 

Nýggja játtanin hevur við sær, at ein lektari – helst føroyskur – verður settur í trý ár. Hann fer at ganga uppá tvørs av ymiskum lærugreinum, og geva lesandi á fleiri økjum innlit í føroysk viðurskifti. Harumframt fer ein persónur at skrivað doktararitgerð í einum føroyskum evni hesi somu ár. Hesin fer eisini at undirvísa.

Alt verður lagt til rættis í tøttum samstarvið millum Fróðskaparsetrið og KU.

Fimm milliónir eru settar av til hesa verkætlan.

Til ber at síggja fíggjarlógarviðmerkingarnar niðanfyri:

Gransking á KU
Norðurlendskur undirvísingarportalur