Sjúrður Skaale
Tíðindi29. maj 2020
Sjúrður Skaale

Sjúrður kallar Mette Frederiksen í samráð

Forsætisráðkvinnan skal greiða frá ætlanini um og avleiðingunum av, at telesamskifti skal handfarast sum eitt trygdarmál.

Sjúrður Skaale og Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna.

Miðskeiðis í mai boðaði forsætisráðharrin frá, at danska stjórnin í næsta fólkatingsári fer at leggja fram eitt uppskot um, at telesamskifti skal fatast sum "kritiskt infrakervi".

Hetta merkir, at telesamskifti verður eitt trygdarmál, og tað kann hava avleiðingar fyri ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar. Telesamskifti fellir nevniliga undir vinnumál, sum Føroyar hava fult ræði á, meðan trygdarmál eru felags fyri alt ríkið.

Hetta nýtist ikki at hava við sær nakra ósemju millum londini. Løgmaður hevur longu boðað frá, at hann er sinnaður at gera eina lóggávu um hetta í samstarvi við donsku stjórnina, og um løgtingið samtykkir hetta, er eingin trupulleiki.

Um løgtingið setir seg ímóti, at telesamskifti skal fatast sum trygdarmál, kunnu vit hinvegin fáa ein trupulleika. Undir øllum umstøðum kann hetta føra við sær heilt grundleggjandi spurningar um heimildirnar hjá Føroyum, og hvørt Danmark kann taka eitt yvirtikið málsøki aftur, um tað broytir innihald.

Sjálvur heldur Sjúrður Skaale ikki, at hetta nýtist at hava við sær stórar trupulleikar.

- Eftir mínum tykki skuldu vit sjálv fyri langari tíð síðani havt gjørt sum flest onnur lond, og handfarið telesamskifti sum eitt trygdarmál. Vit skuldu havt tikið trygdarpolitiska ábyrgd á hesum øki hóast Danmark higartil ikki hevur gjørt tað, sigur fólkatingsmaðurin.

- Vit skuldu heilt ítøkiliga ikki bara hugt at handilsviðurskiftum í spurninginum um, hvønn veitara av 5G-netinum vit skulu hava, men eisini mett um, hvørt møguligir veitarar kunnu vera ein trygdarpolitiskur vandi. Tað skuldi ikki verið neyðugt, at danska stjórnin trýsti okkum til hetta, heldur hann.

Landsstýrið og løgtingið hava kortini higartil bara sæð hetta sum eitt handils- og vinnupolitiskt mál, og útmeldingin hjá formanni Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, til fráboðanina frá løgmanni bendir á, at tað ikki verður so einfalt at fáa hesa fráboðan umsetta til lóg.

- Tað er undir øllum umstøðum neyðugt at fáa greitt at vita, hvat danska stjórnin vil, hví hon vil tað, hvussu hon sær ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar, og hvussu hon ætlar, at føroyskir myndugleikar verða tiknir við í arbeiðið at gera eina lóg á økinum. Tí samstundis sum vit skulu taka trygdarpolitiska ábyrgd, mugu vit ansa eftir, at vit ikki enda í eini støðu, har eitt yvirtikið málsøki reelt verður tikið aftur. Tí havi eg kallað Mette Frederiksen í samráð um spurningin, sigur Sjúrður Skaale.

Samráðið verður í Føroyanevndini á fólkatingi.