Tíðindi08. marts 2012

Sjúrður Skaale í kjaki um djóravernd

Djóraverndarfelagsskapir skipaðu í dag fyri kjakfundi um hvalaveiðu á Christiansborg. Sjúrður Skaale undraðist á fundinum á, at djóraverndarfelagsskapir brúka so nógva orku upp á hval, sum livur frælsur alt lívið og bert pínist í stutta tíð, tá hann verður veiddur, tá onnur djór liva sum fangar alt lívið.

Tveir danskir djóraverndarfelagsskapir skipaðu í dag fyri kjakfundi á Christiansborg, har Donald Broom, professari í djóravælferð við Cambridge Universitet, Steen Gade, fólkatingslimur fyri Sosialistiska Fólkaflokkin, og umboð fyri djóraverndarfelagsskapirnar, DOSO og WSPA, mannaðu pallborðið.

Hóast tað soleiðis bert vóru fólk ímóti hvalaveiðu, sum mannaðu pallborðið, so fylti Sjúrður Skaale nógv í kjakinum.

Sjúrður Skaale undraðist millum annað á, at felagsskapirnir brúka so nógva orku upp á hvalaveiðu og ikki onnur djór, tá hvalurin livur frælsur alt sítt lív og summi djór liva sum fangar alla sína ævi.

Til hetta kom svarið, at felagsskapirnir eisini brúka orku upp á onnur djór.

Donald Broom, professari, greiddi millum annað frá, at vánalig djóravælferð verður mett sum mongdin av pínu og stressi yvir tíð.

Sjúrður Skaale greiddi tí í mun til føroyska hvalaveiðu frá, at við nýggja hvalastingaranum doyr hvalurin heilt skjótt, og tí er pínan øgiliga lítil.

Somuleiðis undraðust fleiri av luttakarunum á, at Føroyar og Grønland fylla so nógv, tá Danmark luttekur á fundum í altjóða hvalaveiðufelagsskapinum, IWC.

- Tað er undrunarvert, at føroyingar og grønlendingar avgera, hvør hugsanin hjá øllum danska ríkinum er, tá kanningar vísa, at bara 6% av dønum eru fyri vinnuligari hvalaveiðu, segði Claire Bass frá WSPA millum annað.

Sjúrður Skaale greiddi tá fundarfólkinum frá, at tað ikki er so løgið, tí einasta orsøkin til, at Danmark er við í IWC, er, at Føroyar og Grønland sum hvalaveiðutjóðir eru partar av ríkisfelagsskapinum.