Tíðindi02. marts 2012

Videobrot: Føroyingar skulu ikki fevnast av danskari fiskivinnulóggávu

Føroyingar skulu ikki verða raktir av reinari danskari fiskivinnulóggávu, og tí er neyðugt at finna eina loysn, soleiðis at føroyingar, ið liva og virka í øðrum londum, ikki verða fevndir av broytingunum, sum danska stjórnin vil gera í fiskivinnulógina, segði Sjúrður Skaale undir fyrstu viðgerð av uppskotinum til broytingar av fiskivinnulógini. Mette Gjerskov, danskur fiskimálaráðharri, lovar, at hetta ikki verður ein trupulleiki.

Leinkjan førir teg beinleiðis víðari til taluna hjá Sjúrði Skaale.

Trýst her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/salen/54.aspx?i=2012-03-01T10:49:52

Leinkjan leiðir teg til partin tann partin av svarinum hjá Mette Gjærskov.

Trýst her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/salen/54.aspx?i=2012-03-01T10:59:56

Fyri at síggja alt orðaskiftið um broytingar í fiskivinnulógini ber til at trýsta her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/salen/54.aspx?i=2012-03-01T10:10:28