Sjúrður Skaale
Tíðindi29. september 2020
Sjúrður Skaale

Ymiskar fortreytir: Ein lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum

Nýggj kanning vísir munirnir millum kynini í føroyska samfelagnum, tá ið tað kemur til ognar- og lønarviðurskifti, vald og politiska luttøku, umframt praktiska og umsorganarliga uppgávubýti í føroysku húskjunum.

Føroyar hava bundið seg til tey 17 burðardyggu ST heimsmálini, harav mál nummar fimm er javnstøða millum kynini.

Í hesi kanningini hava starvsfólkini hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi hugt nærri at arbeiðsviðurskiftum, valdsbýti, familjuviðurskiftum og ognarviðurskiftum í føroyska samfelagnum, til tess at kanna, um kynini hava somu fortreytir og møguleikar.

Kanningin kemur til ta niðurstøðu, at inntøkumøguleikar og sannlíkindini fyri at koma í leiðslusessir ella valdsmiklar sessir hongur neyvt saman við, hvat kyn ein persónur er.

Somuleiðis verður hugt nærri at kanningum úr londum, sum vit vanliga samanbera Føroyar við, til tess at vita, hvørt kynsmunir eru í líknandi samfeløgum, og hvørji átøk ymsu londini hava sett í verk til tess at koma mununum til lívs.

Kanningin er býtt sundur í fleiri fokusøki, har vit leggja skiftandi viðurskifti undir sjóneykuna. At enda taka vit samanum og tekna eina heildarmynd av kynsmunum í føroyska samfelagnum, og vísa á møgulig átøk, sum kundu bøtt um støðuna.

Vit hava tikið útgangsstøði í heteroseksuellum kynsleiklutum, og tískil eru LGBT+ persónar ikki umboðaðir í kanningini. LGBT+ persónar eru verri vardir í føroysku lógini, tá ið tað kemur til arbeiðsmarknaðarmál og foreldraøki, og hava ikki somu rættindi ella somu atgongd til veitingar, sum heteroseksuellir persónar og pør hava í Føroyum. Ein nærri útgreining av teirra støðu í føroyska samfelagnum eigur at gerast.

Góðan lesihug!