Eitt stað uttan familju er bara eitt stað

    Einar rúmligar Føroyar draga fólk at sær. Nýggj kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísir, at ung lesandi í nógv størri mun enn áður vilja flyta aftur til Føroya. Og fleiri teirra vísa á, at Føroyar eru vorðnar meira rúmligar seinnu árini, og at umstøðurnar hjá lesandi eru batnaðar. Er hetta partur av orsøkini? Les meira í ritinum "Eitt stað uttan familju er bara eitt stað", sum kom út í mai í 2019.

    Fyri fáum árum síðani var føroyska samfelagið hótt.

    Fólk fluttu burtur, og tey drógu onnur við sær. Tað var sum ein ónd ringrás. Um næstan allar úr bindiklubbanum fluttu til Århus, so kundu tær
    síðstu tað sama flyta aftaná.

    Tíbetur vóru nógv, sum sóu avbjóðingina sum eina uppgávu.

    Javnaðarflokkurin á Fólkatingi var sera virkin í kjakinum. Vit spurdu fólk, sum fluttu burtur, hví tey fluttu burtur. Vit spurdu fólk, sum ikki fluttu heimaftur, hví tey ikki gjørdu tað. Vit spurdu fólk, sum fluttu heim aftur, hvat tað var, sum dró.

    Vit tosaðu við arbeiðsgevarar, myndugleikar og øll onnur, sum kundu gerast ein partur av loysnini.
    Og vit gjørdu frágreiðingar, sum við støði í hesum góvu greið tilmæli um, hvat ítøkiliga kundi gerast fyri at venda gongdini.

    Tað snúði seg um tað mest grundleggjandi. Arbeiðspláss. Bústaðir. Barnaansing.

    Men tað var ikki nóg mikið. Tað snúði seg eisini um hugburð. Tað snúði seg um einki minni enn at broyta ta fatan, sum ung fólk høvdu av
    okkara landi. Tí hon var negativ tá.

    Nú er hon positiv. So positiv, at fólk, sum bæði hava gott starv og góðan bústað aðrastaðni, nú flyta til Føroya, hóast tey hvørki finna líka góðan bústað ella líka gott starv her. Fatanin av Føroyum er blivin positiv.

    Og tá næstan allar úr bindiklubbanum flyta heim aftur til Vágar, kunnu tær síðstu tað sama flyta aftaná.

    Tær stóru kvoturnar av uppsjóvarfiski eiga sín lut í broytingini. Framgongdin í alivinnuni eigur sín stóra lut. Vøksturin í byggivinnuni eigur sín stóra lut. Sjálvandi. Arbeiðspláss eru fortreytin fyri øllum.

    Men hugsanin um samfelagið hevur eisini týdning. Og sum henda kanning vísir, so eigur broytingin í hjúnarbandslógini helst eisini sín lut. Hóast nýggja lógin so at siga ikki verður brúkt, so er broytingin fyri mong ímyndin av, at Føroyar nú eru eitt meira rúmligt og modernað samfelag, enn tær hava verið.

    Og fleiri vísa eisini á, at hækkaði lestrarstuðulin ger tað lættari at vera ung og lesandi í Føroyum.

    Einsamøll eru hesi tingini ikki avgerandi, men í samlaðu myndini gera tey mun. Eitt annað sum er heilt avgerandi – og sum undanfarnar kanningar eisini hava víst – er, at føroyska umhvørvið í Danmark er sterkt og livandi.

    Hetta var orsøkin til, at Javnaðarflokkurin í fyrraárið var við til at fáa til vega fígging til høvuðsumvæling av Føroyahúsinum í Keypmannahavn, sum mundi blivið stongt. Vit vistu frá okkara egnu kanningum, at virksemið í húsinum hevði týdning. Ikki bara fyri útisetar, men eisini fyri føroyska samfelagið.

    Tað er Brandur Mortensen Nolsøe, sum hevur gjørt hesa nýggju, kvalitativu kanningina fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi.

    Kanningin kann lesast online her.