15. september kunnu vit flyta hesa partapolitisku polariseringina niður á fólkating. Men vit kunnu eisini nýta fólkatingssessin til gagns fyri øll.
Samstarv og úrslit
Javnaðarflokkurin fer ikki at reka føroyskan partapolitikk á fólkatingi, men at umboða føroysk áhugamál í breiðastu merking.
Vit vilja fegin samstarva við hini umboðini úr Føroyum og Grønlandi, men fara eisini at hava tilknýti til danska Javnaðarflokkin, sum uttan iva verður stjórnarberandi. Soleiðis kunnu vit tryggja Føroyum størri ávirkan enn nakar annar.
Ein umboð fyri Javnaðarflokkin fer - sjálvsagt - at røkja starvið á fólkatingi fulla tíð. Eisini tað ger, at vit kunnu vit fáa meira burturúr enn hinir flokkarnir.
Sig nei til polarisering og partapolitikk. Sig ja til politikk og úrslit.