Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett norsku stjórnini seks spurningar um møguliga bunkring av russiskum skipum, ið áður komu til kei í Føroyum
Tann 12. juli í ár kom tann nógv umrødda kunngerðin um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Herdar reglur um havnastongsul) í gildi í Føroyum.
Hetta hevði við sær, at tað einans eru tey skipini, sum fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland fyri 2023, sum sleppa at umskipa ella landa í føroyskari havn og fáa tænastur í teimum
Sambært Óla Samró, stjóra í Fishfacts, gongur virksemið, ið áður hevur verið í Føroyum, nú fyri seg í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Fiskiskapurin er hin sami, farmaskipini eru tey somu og fiskiskipini eru tey somu.
Við framkomnu dataskipanini hjá FishFacts ber til at síggja alt virksemið hjá russisku skipunum nú og aftur í tíðini. Í Degi og Viku 25. juli í ár vísur Óli Samró á fleiri dømir har norsk skip lata russiskum skipum olju á víðum havi.
Niðurstøðan hjá Óla er greið - økta virksemi beint uttanfyri føroyska sjóðøki er ein beinleiðis avleiðing av havnastongslinum. Tað vil siga, at inntøkurnar, ið áður endaðu í føroysku havnunum, og hjá føroyskum tænastuveitarum, enda nú í Noregi.
Tí hevur Sjúrður Skaale, umvegis Norðurlandaráðið, sett norsku stjórnini seks spurningar um vaksandi virksemi av oljuveitingum til russisk skip á víðum havi.
Grundgevingarnar og spurningarnir kunnu lesast HER
Dagur og Vika 25. juli 2023 sæst HER