Vald og hóttanir kunnu ikki avgera makrelmálið - Tala undir viðgerðini av fíggjarlógini
Lesarabræv
19. januar 2012

Vald og hóttanir kunnu ikki avgera makrelmálið - Tala undir viðgerðini av fíggjarlógini

Danmark má vera fortalari fyri, at objektivir juridiskir, biologiskir og búskaparligir faktorar verða avgerandi í makrelmálinum. Vald og hóttanir eiga ikki at stýra avgerðunum, segði Sjúður Skaale millum annað í taluni, hann helt undir viðgerðini av donsku fíggjarlógini
Høgni Hoydal skjýtur seg sjálvan
Lesarabræv
17. januar 2012

Høgni Hoydal skjýtur seg sjálvan

Endamál Høgna er ikki at gagna makrelmálinum – tað er at raka meg. Men hann skjýtur seg sjálvan. Tí fyri fólkatingsvalið segði Tjóðveldi tað vera ”ómetaliga umráðandi” at gera júst tað, sum eg geri
Maksimal ávirkan undir truplum umstøðum
Lesarabræv
13. januar 2012

Maksimal ávirkan undir truplum umstøðum

Danska stjórnin er undir stórum trýsti frá donsku makrelvinnuni, sum krevur hørð og kontant tiltøk móti Føroyum. Úr Skotlandi, Írlandi og Hollandi er sama trýst. Hetta snýr seg ikki um argument, men um makt. Støðan er álvarsom. Ov álvarsom til at brúka partapolitiskt spæl.
 Spurningur til danska løgmálaráðharran um arrestina í Føroyum
Tíðindi
10. januar 2012

Spurningur til danska løgmálaráðharran um arrestina í Føroyum

Undanfarna stjórnin í Danmark hevði ætlanir um at skerja játtanina til løgregluna í Føroyum og Grønlandi við knøppum 17 milliónum tilsamans. Hetta stendur eisini í framskrivaðu fíggjarlógini, sum orskaða av danska stjórnarskiftinum verður galdandi til 20. januar.
 Fyrispurningur um ósemjuna um makrelfiskiskapin
Tíðindi
10. januar 2012

Fyrispurningur um ósemjuna um makrelfiskiskapin

Sjúrður Skaale hevur í dag sett soljóðandi §20 spurning til danska fiskimálaráðharran, Mette Gjerskov:
 Danski undirvísingarráðharrin: Ein misskiljing!
Tíðindi
22. december 2011

Danski undirvísingarráðharrin: Ein misskiljing!

Danski undirvísingarráðharrin hevur longu svarað Sjúrði Skaale um tey føroysku lesandi, sum hava verið fyri vanbýti á donskum skúlaheimum.
Stjórnin bað ikki ríkisumboðið taka orðið í Tinginum
Tíðindi
22. december 2011

Stjórnin bað ikki ríkisumboðið taka orðið í Tinginum

Í samband við at ríkisumboðið tók orðið til fyrstu viðgerð av málinum um pensjónsskattaskipanina, setti Sjúrður Skaale spurning til danska statsministaran, um ríkisumboðið tók orðið eftir boðum frá donsku stjórnini. Nú hevur danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, svarað
Fólkatingsumboð
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale er fólkatingsumboð, valdur fyri Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, vinnulívi, mentan og føroyska samfelagnum.

sjurdur.skaale sjurdur.skaale

Útgávur