Frágreiðing: Rætt til ríkisborgararætt?

Føroyar skulu fyrihalda seg til, at danska lóggávan um ríkisborgararætt ávirkar útlendingar í Føroyum. Somuleiðis skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja eina væleydnaða integratión og haldføran búskap. Viðurskiftini krevja politiskar tillagingar bæði í Føroyum og í Danmark.

Hvussu ávirkar tað støðuna hjá útlendingum í Føroyum, tá ið landið tey búgva í ikki hevur ræðisrætt á ríkisborgararætti? Hvønn týdning hevur útlendsk arbeiðsmegi fyri føroyskt vinnulív og føroyska búskapin? Á hvønn hátt kunnu viðurskiftini tillagast?

Nýggja frágreiðingin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísur á, at útlendingapolitisk rák í Danmark eru avgerandi fyri lagnuna hjá útlendingum í Føroyum, ið ynskja at gerast føroyskir borgarar. Donsku reglurnar um ríkisborgaraskap eru herdar nógv, men hetta er ikki gjørt við føroyskum tørvi í huga, hóast tær eisini eru galdandi fyri umsøkjarar í Føroyum. Teir eru harumframt illa stillaðir, tí at ongin myndugleiki varðar av at veita serliga ráðgeving fyri tey, ið búgva í Føroyum.

Verandi skipan kann tykjast óneyðuga stirvin og órættvís fyri børn. Donsku reglurnar áseta, at útlendsk børn úr londum uttan fyri norðurlond ikki javnsetast við børn úr norðurlondum, umframt at ung í 16-17 ára aldrinum, hava óviss útlit fyri ríkisborgaraskapi og kunnu tey vænta longri viðgerðartíð enn vaksnir umsøkjarar.

Frágreiðingin lýsir eisini søguligu tilgongdina á útlendingapolitiska økinum í bæði Danmark og Føroyum. Meðan danir áhaldandi hava hert krøvini mótvegis útlendingum seinastu 25 árini, hava føroyingar verið afturhaldnir við at fremja broytingar, tí mett hevur verið, at føroyingar ikki eru til reiðar til at móttaka flóttar ella yvirtaka partar av útlendingapolitikkinum. Frágreiðingin vísur á, at ein stór tilflyting seinastu árini tvingar politisku skipanina til at fyrihalda seg til støðuna, tí longu nú hevur útlendingaøkið stórar avleiðingar fyri føroyska vinnu, búskap og samfelagið sum heild.