Tað kann vera nokkso grunt, og sum eitt mótsvar býður sjónvarpsrásin DK4 tí øllum flokkum frítt at greiða frá sínum politikki í 10 minuttir.
Hóast danir ikki kunnu velja Javnaðarflokkin, segði eg ja takk. Orsøkin var m.a. at norðuratlantiska umboðanin hevur fingið nógva umrøðu í Danmark síðani tríggir flokkar - m.a. Tjóðveldi - boðaðu frá, at teir ætla at gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir valið.
Hetta var eitt gott høvi til at greiða dønum frá, hví Javnaðarflokkurin hevur eina aðra støðu.
Hon byggir fyrst og fremst á virðing fyri føroyskum sjálvræði og føroyskum fólkaræði.
Trýst á leinkjuna fyri at síggja Sjúrð Skaale greiða frá støðu Javnaðarfloksins:
https://www.youtube.com/watch?v=rhUrVlKU4r4&fbclid=IwAR194HakZfogcce4HoOvs65q0trVW-wkAArfadHibhbuV1REe8xbONoCVbg