16. september 2026

Sjúrður 15 ár á Fólkatingi

Í dag eru 15 ár liðin, síðan Sjúrður Skaale á fyrsta sinni varð valdur á Fólkating.

Sjúrður Skaale, sum tá búði í Danmark, stillaði á fyrsta sinni upp til fólkatingsval í 2001. Hann stillaði tá upp fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist sættvaldur á listanum við 272 persónligum atkvøðum. Fýra ár seinni fekk hann 714 persónligar atkvøður og gjørdist nummar trý á listanum. Longu í 2007 var aftur fólkatingsval, og tá fekk Sjúrður 542 persónligar atkvøður og gjørdist aftur triðvaldur fyri flokkin.

19.januar 2008 stillaði Sjúrður, sum tá var fluttur heim aftur til Føroya, á fyrsta sinni upp til løgtingsval. Hann bleiv valdur við 416 persónligum atkvøðum.

Ein mánað seinni vóru boð eftir Sjúrði til fólkatingssessin. Táverandi flokkur hansara var ko

min í samgongu við Javnaðarflokkin og Miðflokkin, og fyrstvaldi til

fólkatingsvalið, Høgni Hoydal, var farin í landsstýrið, og næstvalda, Annita á Fríðriksmørk, var heima í

barsilsørindum. Sjúrður røkti sessin fram til 8. September sama ár, tá samgongan í Føroyum slitnaði.

Eftir drúgva ósemju við táverandi flokkin og formannin, valdi Sjúrður Skaale at taka seg úr tingbólkinum hjá Tjóðveldi tann 26. mai 2011. 22. August 2011 bleiv hann partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og varð kunngjørdur sum valevni til fólkatingsvalið, ið skuldi vera tríggjar vikur seinni. Hann gjørdi beinavegin greitt, at hann ikki stillaði upp til komandi løgtingsval.

Útlitini fyri at Sjúrður Skaale framhaldandi fór at vera eitt navn í politikki vóru ikki góð. Í einari kanning eitt hálvt ár frammanundan hevði flokkurin bert fingið 14,4 prosent av atkvøðunum. Ikki síðan 1932 hevði Javnaðarflokkurin havt so lítla undirtøku. Vánaligu veljaratølini høvdu verið við til, at táverandi formaðurin, Jóannes Eidesgaard, legði frá sær. Í hansara stað kom ein ungur Aksel V. Johannesen, sum á løgtingsvalinum frammanundan var vorðin nummar 10 á listanum.

Sjúrður Skaale var tann fyrsti, sum lovaði at røkja fólkatingssessin burturav. Tað var nærum óhoyrt tá, men er í dag vorðið vanligt. Millum hini vallyftini vóru at samstarva við allar partar, bæði í Føroyum og Danmark, ikki at hanga føroyskar ósemjur á snór í Danmark og hvønn dag at arbeiða fyri ítøkiligum úrslitum fyri føroyskum vinnulívi, mentanarlívi og Føroyum sum heild.

Púra óvæntað megnaði Javnaðarflokkurin at vinna annan sessin. Flokkurin fekk 4.332 atkvøðum í einum gysara av einum vali. Fólkaflokkurin gjørdist ov stuttur við 3.935 atkvøðum og Tjóðveldi, sum hevði átt annan sessin gjøgnum 00`ini, rakk ikki innum fólkatingsgáttina við 3.995 atkvøðum. Sambandsflokkurin vann sannførandi valið við 6.361 atkvøðum. Sjúrður Skaale varð fyrstvaldur á javnaðarlistanum við 1541 persónligum atkvøðum, og hevur verið afturvaldur í 2015, 2019, 2022 og 2026.

Í 2015 fekk hann 2.495 persónligar atkvøður, í 2019 3.337 og í 2022 3.806. Men 24. mars í ár hendi tað, sum helst er tað tættasta vit koma einum landslide victory í føroyskum politikki. Sjúrður Skaale fekk heilar 10.800 persónligar atkvøður – væl fleiri enn nakar einstakur persónur ella nakar flokkur nakrantíð áður hevur fingið á einum vali í Føroyum.

Javnaðarflokkurin fekk tilsamans 13.088 atkvøður, svarandi til 44,91 prosent, og var enntá nær við at vinna báðar føroysku fólkatingssessirnar.

Hjá okkum á skrivstovuni hjá Sjúrði koma góðu úrslitini ikki óvart á. Vit síggja dag og dagliga, hvussu arbeiðssamur, nærlagdur og ágrýtin hann er í øllum, hann fer undir.

Hóast Sjúrður er 59 ára gamal, hevur hann orkuna hjá einum 25 ára gomlum og ein sjáldsaman eginleika at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Afturat tí kemur viljin til hvønn einasta dag at liva upp til álitið, sum veljararnir hava sýnt honum øll hesi 15 árini, og sjálvandi retorisku evnini, sum eru í einum flokki fyri seg.

Hetta hevur gjørt Sjúrð til ein av mest eyðsýndu politikarunum bæði í Føroyum og Danmark seinastu 15 árini – og ikki minst til eina fragd at arbeiða saman við.

Hjartaliga tillukku við teimum 15 árunum!

Heilsan, skrivstovan hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.