18. maj 2024

Býrt tú í Føroyum skalt tú bíða fimm mánaðir longur enn um tú býrt í Danmark

Stjórnin váttar í svari til Sjúrð Skaale, at viðgerðartíðin hjá umsøkjarum um ríkisborgararætt í Føroyum er munandi longri enn hjá umsøkjarum í Danmark

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur leingi havt varhuga um, at viðgerðartíðin fyri umsøkjarar um ríkisborgararætt í Føroyum í miðal er longri enn fyri umsøkjarar í Danmark.

Á heimasíðuni hjá útlendinga- og integratiónsráðnum stendur, at viðgerðartíðin í miðal er 22 mánaðir, men eftir at hava fingist við nógv føroysk mál um ríkisborgararætt, fekk Sjúrður Skaale illgruna um, at viðgerðartíðin var longri fyri umsøkjarar í Føroyum.

Hetta hevur fólkatingsmaðurin nú fingið váttað.

Hann hevur reist spurningin, og í svari frá ráðharranum stendur, at viðgerðartíðin fyri umsøkjarar í Føroyum og Grønlandi í miðal er 27 mánaðir – altso fimm mánaðar longri enn fyri umsøkjarar í Danmark.

Ráðharrin sigur víðari, at hann í hesum sambandi hevur gjørt av, at framyvir skulu málsviðgerðir úr Føroyum og Grønlandi byrja fyrr til tess at tryggja eina einsháttaða viðgerð í ríkinum.

Sjúrður Skaale fegnast um, at hetta stig verður tikið, men kallar tað samstundis “undir alt lágmark”, at umsøkjarar í Føroyum ikki eru viðfarnir á sama hátt sum umsøkjarar í Danmark tá um bíðitíðina ræður.

Spurningur og svar síggjast her: https://www.ft.dk/samling/20231/spoergsmaal/s935/svar/2048632/2867027.pdf

Og hetta er bert eitt dømi um, at alt ikki er sum tað skal. Javnaðarflokkurin hevur latið gera eina frágreiðing um útlendingamál, sum kan lesast her: https://www.jaf.fo/utgavur/fragreiðing-raett-til-rikisborgararaett