- Samferðslumálaráðið fer nú at kanna hetta nærri. Norðurlendska samstarvið og ein integrasjón uttan markaforðingar, er eitt týdningarmikið mál fyri meg. Eg vil tí fegin kunnu loysa hetta málið, sigur Tomas Eneroth.
Sum er, kunnu øll altjóða koyrikort nýtast í Svøríki, men eftir at fólk hava verið skrásett í svenska fólkayvirlitinum í eitt ár, skal ein koyra við svenskum, ES ella EØS koyrikorti, sum framvegis er galdandi í tí landinum, har tað varð útflýggjað. Føroyar eru ikki partur av ES/EØS, og er føroyska koyrikortið tískil ikki javnsett við ES/EØS, sum merkir, at føroyingar skulu til koyriroynd í Svøríki, til tess at fáa útflýggjað svenskt koyrikort. Sostatt skulu føroyingar rinda fyri koyriroynd, fyri ikki at koyra ólógliga í Svøríki.
Longu á summarfundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar í 2018, gjørdi Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður, eisini vart við markaforðingar, og Stefan Löfven segði seg eisini vera jaligan um at fáa broytt hetta.
- Eg eri fegin um, at svenska stjórnin raðfestir at gera tað lættari fyri føroyingar at koyra í Svøríki júst sum aðrastaðni í norðurlondum. Tað er óvist, hvussu nógvir føroyingar standa við júst hesum trupulleikanum, men prinsipielt snýr tað seg um at styrkja norðurlendska samstarvið og lætta um flytførið í norðurlondum, sigur Sjúrður Skaale.