Grein17. juni 2025

Myndir: Stórur áhugi fyri at hoyra um Føroyar á Fólkafundinum á Bornholm

Fólkafundurin er eitt slag av demokratifestivali, har politikarar og borgarar hittast. Sjúrður Skaale var nógv umbiðin í ár. Hann tosaði og kjakaðist um ríkisfelagsskapin, ES, trúarfrælsi og verðinsmálini.

Her roynir Sjúrður Skaale seg í teltinum hjá Verdens Bedste Nyheder. Hann og Aaja Chemnitz loysa verðinsmálini upp á tríggjar minuttir.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur fingið nógv burturúr Fólkafundinum, sum hevur verið alt vikuskiftið á Bornholm.

Sjúrður Skaale var nevniliga nógv umbiðin og luttók til fleiri kjaktiltøk, umframt nakrar óformellar fundir.

Tað merkist, at ríkisfelagsskapurin er eitt heitt evni fyri tíðina, tí helmingurin av tiltøkunum og kjakunum, Sjúrður Skaale var til, snúði seg um ríkisfelagsskapin.

Hetta tosaði hann millum annað um við tveir stórar miðlar. Politiski miðilin Altinget tók poddin "Ajour" upp, ið kemur út seinni í summar, og her fingu fólkafundsgestir høvi at lurta við beinleiðis.

Eisini varð hann av Clement Kjersgaard boðin við í sendingini "Akkurat", sum fór fram á høvuðspallinum hjá DR. Her vóru fult av fólki, ið lurtaðu, og Sjúrður nýtti høvi at skemta eitt sindur, men varpaði eisini ljós á russisku fiskiskipini, ið enn sleppa framat føroyskum sjógvi.

Í teltinum hjá Fólkatinginum greiddi hann saman við grønlendska starvsfelaganum Aaju Chemnitz frá um leiklutin hjá norðuratlantisku fólkatingslimunum, og tað endaði við at blíva heitt kjak við nógvum kritiskum spurningum Genstart-journalistinum Anna Ingrisch - millum annað um, hví tey bjargaðu Lars Aagard, orkumálaráðharra, frá einum misáliti í apríl.

At áhugin fyri ríkisfelagsskapinum er stórur millum fólk, sást eisini til eitt tiltak um "Ríkisfelagsskapin í einum geopolitiskum heimi", fyriskipað av Det Udenrigspolitiske Selskab. Heini í Skorini luttók eisini her sum serfrøðingur, og teltið var á tremur við fólki - og fleiri av áskoðarunum høvdu eisini góðar spurningar til panelið.

Umframt at tosa um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum og geopolitikk, vóru eisini onnur evni á skrá. Eitt nú eitt kjak við Morten Messerschmidt, formannin í Dansk Folkeparti um heimsstøðuna út frá nógv umrøddu røðuni hjá J.D. Vance, umframt eitt lættari prát.

Eitt øðrvísi og stuttligt tiltak var eisini á skránni. Tað var í teltinum hjá miðlinum Verdens Bedste Nyheder. Her slapp Sjúrður at loysa verðinsmálini upp á 5 minuttir saman við Aajau Chemnitz.

Felagsskapirnir Open Doors og Bibelselskabet høvdu eitt tiltak, sum handlaði um trúarfrælsi í ES, og her var Sjúrður Skaale ein av gestunum í sofuni.

Umframt hesi tiltøkini var Sjúrður Skaale á nøkrum óformellum fundum. Eitt nú ein fund um grønar íløgur í Føroyum, og so hitti hann eisini Sea Shepherd Danmark, ið hava broytt strategi, tá tað kemur til grindadráp í Føroyum, og nú eru farin at fokusera uppá trolfiskiskap.

Her eru nakrar myndir frá Bornholm-túrinum hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi:

Fólkafundurin 2025