17. maj 2024

Vegleiðing um ríkisborgararætt á føroyskum

Eitt av tilmælum Javnaðarfloksins í sambandi við ríkisborgararætt verður nú veruleiki

Ríkisborgararættur er danskt málsøki, og so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum er bara pláss fyri einum ríkisborgararætti. Kortini eru krøvini á summum økjum øðrvísi, ið ein umsøkjari sum er búsitandi í Føroyum skal lúka, samanborið við ein, ið er búsitandi í Danmark. Eitt dømi er treytin um dansktkunnleikar, har ein umsøkjari úr Føroyum ikki skal hava staðið danskt á miðnámstøði, men skal megna at hava eina samrøðu á føroyskum.

Men hóast treytirnar á summum økjum eru øðrvísi, so finst einans vegleiðing um ríkisborgararætt á donskum, ið greiðir frá tilgongdini fyri umsøkjarar búsitandi í Danmark. Tað setur umsøkjarar búsitandi í Føroyum í eina nógv verri støðu enn umsøkjarar í Danmark, at har ikki er atgongd til rætta vegleiðing á føroyskum um treytirnar fyri umsøkjarar í Føroyum.

Í síðsta enda er tað tað sama ein umsøkjari í Føroyum og Danmark søkja um, og tí átti umsøkjarar í Føroyum at havt júst somu atgongd til vegleiðing, sum ein umsøkjari í Danmark.

At fáa vegleiðing um ríkisborgararætt á føroyskum var eisini eitt av teimum fimm tilmælunum, ið Javnaðarflokkurinn á fólkatingi legði fram í frágreiðingini “Rætt til ríkisborgararætt”, ið kann lesast her: Rætt til ríkisborgararætt.pdf (jaf.fo).

Nøkur av tilmælunum krevja broytingar frá føroyskari síðu, meðan vegleiðing á heimasíðuni hjá útlendinga- og integratiónsmálaráðnum krevur tiltøk frá danskari síðu. Í tí sambandi setti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, útlendinga- og integratiónsráðharranum ein spurning har hann spurdi um ráðharrin var sinnaður at gera vegleiðing um ríkisborgararætt á føroyskum, ið er ætlað umsøkjarum í Føroyum.

Útlendinga- og integratiónsráðharrin gevur í svarinum Sjúrði rætt í, at tað avgjørt átti at verið vegleiðing á føroyskum og grønlendskum og at hann fer at biðja sítt ráð um at kanna møguleikarnar fyri hesum.

Her kann spurningurin og grundgevingin hjá fólkatingsmanninum hjá Javnaðarflokkinum lesast S 889 - 2023-24 (oversigt): Er ministeren villig til at oprette en vejledning om indfødsret, der er målrettet til ansøgere på Færøerne? / Folketinget (ft.dk).

Her kann svarið hjá ráðharranum lesast Svar på spm nr S 889 (ft.dk)