Barbara Gaardlykke Apol
Lesarabræv24. marts 2020
Barbara Gaardlykke Apol

Barbara spyr um isolatión

Í løtuni eru vit túsundatals menniskju í antin sjálvbodnari ella tilmældari isolatión, fyri at steðga spjaðingini av koronasmittuni. Vit kunnu ikki ferðast frítt, skulu helst ikki vitja nakran ella vera ov nógv fólk saman á sama stað. Við at fylgja tilmælunum, ovbyrða vit ikki heilsuverkið, umframt at vit ikki eins lætt smitta fólk, sum kunnu gerast álvarsliga sjúk av koronavirusinum.

Um vit skerja okkara persónliga frælsi í eina avmarkaða tíð, sleppa vit undan stórum menniskjaligum avleiðingum.

Í Føroyum eru tó nøkur, sum hava merkt til stór inntriv í sítt persónliga frælsi, áðrenn koronasmittan sendi fleiri føroyingar í isolatión. Hesi verða tikin av ræði, og beind í isolatión. Hetta er sjálvandi eitt amboð, sum tað er neyðugt at brúka í summum førum. Sum eitt rættarsamfelag, ið virðir menniskjarættindi, eiga vit tó at stremba eftir, at halda talinum av isolatiónum so lágt sum gjørligt.

Í hoyringssvari til stóru dagføringina av rættargangslógini í Føroyum, vísti Amnesty International Føroyar á vantandi almenn hagtøl um isolatión av varðhaldsfongslaðum. Sambært upplýsingunum, sum stovnurin hevur fingið innlit í, bendir alt á, at føroyskir myndugleikar í størri mun enn danskir, seta varðhaldsfongslað fólk í isolatión.

Umstøðurnar í Mjørkadali – har fangar og varðhaldsfongslaði sita saman – eru helst partur av frágreiðingini fyri hví so er. Men eg haldi tað vera neyðugt at fáa neyv hagtøl til vega. At almannakunngera tølini merkir eisini, at vit fáa eitt sjálvvirkandi eftirlit við, um føroysku myndugleikarnir eru ov skjótir at seta fólk í isolatión.

Ríkisadvokaturin almannakunnger longu hesi tølini fyri Danmark, og tískil havi eg tikið stig til at spyrja danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, hvørt hann er sinnaður at almannakunngera neyvu hagtølini fyri isolatión av varðhaldsfongslaðum í Føroyum eisini.