21. maj 2021

Barbara spyr um skattaviðurskifti

Skattamálaráðharrin skal millum annað greiða frá hvussu pensjónsviðurskiftini hjá føroyskum arbeiðstakarum, ið eru knýtt at danska skattavaldinum, kunnu gerast smidligari, umframt hvar avgjøldini, sum føroyingar rinda fyri nettænastur, fara.

Barbara Gaardlykke Apol, varaumboð fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi, hevur sett Morten Bødskov, skattamálaráðharra, tríggjar skrivligar fyrispurningar um skattlig viðurskifti, sum vónandi kunnu fáast í rætt lag.

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur føroysk heilsustarvsfólk hava sínar pensjónsuppsparingar í Danmark, sum oftani ger tað bæði dýrt og trupult hjá teimum at tilrættisleggja og fáa útgoldið sína pensjón rættstundis. Harafturat hava fleiri løgreglufólk upplivað ógvuliga stirvnar mannagongdir í sambandi við síni pensjónsútgjald, har tey ikki sleppa framat talgildu skattatænastunum, og enntá fáa eykarokningar omaná sína pensjón

- Tað kann ikki vera rætt, at fólk, eftir eitt langt arbeiðslív, skulu togast við at fáa fatur í sínar egnu pengar. Frammanundan eru mánaðarligu pensjónsútgjaldini ikki ovurstór, og tí er tað ógvuliga ørkymlandi og óvirðiligt fyri tilveruna hjá pensjónistunum, at teir ikki fáa pengarnar uttan stríð, ella at óheimilaður skattur verður lagdur omaná. Tí havi eg gjørt skattamálaráðharran vart við trupulleikan, og vónandi kunnu vit finna eina loysn upp á hetta sum skjótast, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

Ungi politikarin hevur somuleiðis tikið fatur í ein trupulleika, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi áður hevur víst á.

- Tá ið føroyingar rinda fyri tænastur sum Netflix, Viaplay og Spotify, verður meirvirðisgjald lagt omaná, sum eigur at koma í landskassan. Trupulleikin er, at í løtuni er eingin dagførd skattalóggáva í Føroyum viðvíkjandi nettænastum, og tí missir landskassin áleið 12 milliónir um árið. Eg vil fegin vita hvar pengarnir enda, og tí havi eg biðið Morten Bødskov um at finna fram til hvørt teir av órøttum enda í Danmark. Føroyingar skulu antin sjálvir fáa hetta meirvirðisgjaldið í landskassan ella skulu brúkararnir als ikki gjalda meirvirðisgjaldið yvirhøvur, sigur hon.

Sí eisini leinkjurnar til spurningarnar her:
https://www.ft.dk/samling/20201/spoergsmaal/S1561/index.htm

https://www.ft.dk/samling/20201/spoergsmaal/S1556/index.htm

https://www.ft.dk/samling/20201/spoergsmaal/S1555/index.htm