Grein07. oktober 2022

Brævatkvøður

Reglurnar fyri brævatkvøður eru at finna í Lóg um Fólkatingsval í Føroyum. Harafturat eru reglur um føroyskar brævatkvøður í Fólkatingsvallógini § 57.

Veljarar staddir í Føroyum

Ert tú í Føroyum og ikki hevur møguleika at møta upp á valdegnum, ber til at brævatkvøða við at venda tær til fólkayvirlitið í kommununi.

 

Veljarar staddir í Danmark ella Grønlandi

Ert tú í Danmark ella Grønlandi, kanst tú atkvøða hjá fólkayvirlitinum hjá kommununi ella aðrastaðni, har brævatkvøður kunnu fara fram. Hetta er vanliga í Borgerservice, í bókasøvnum o.a. Ivast tú í, hvar tú kann brævatkvøða, kanst tú venda tær til kommununa.

 

Veljarar, sum eru staddir í øðrum londum

Hevur tú valrætt til fólkatingsvalið, men ert staddur uttanlands, ber til at brævatkvøða í danskari sendistovu, ella hjá sosial- og indenrigsministeren, sum hevur givið heimild at taka ímóti atkvøðum. Vanligt er, at føroyskar sendistovur fáa heimild til hetta. 

 

Sjófólk

Sjófólk kunnu eisini brævatkvøða hjá fólkayvirlitinum í kommununi. Harumframt ber eisini til at atkvøða hjá fútanum, sýslimanninum ella mynstringarstjóra.

Sjófólk umborð á føroyskum, donskum ella grønlendskum skipum, sum eru stødd í øðrum londum, kunnu brævatkvøða umborð á skipinum ella havnarlagnum.

Tá fólkatingsval er útskrivað, skulu skipsførarar á føroyskum skipum fáa boð um hetta. Tá skipsførarin fær boð um hetta, skal hann syrgja fyri, at tað verður brævatkvøtt umborð.

 

Sjúkrahús og fongsul

Veljarar, ið eru innlagdir á sjúkrahúsi, heilsu- ella røktarheimi kunnu atkvøða har. Tey, ið eru undir læknaviðgerð heima kunnu atkvøða í heiminum.

Veljarar, ið sita inni í einum fongsli, kunnu atkvøða hjá fútanum.

 

Framferðarháttur

Vilt tú atkvøða við brævi, skalt tú venda tær til teir mynduleikar ella persónar, sum eru nevndir, og sum eru viðkomandi fyri teg, t.d. eina kommunu ella fútan. Tað er uppgávan hjá hesum mynduleikum ella persónum at syrgja fyri at atkvøðan fer fram á rættan hátt.

Tá tú vendir tær til viðkomandi, skalt tú fyrst og fremst vísa samleikaprógv. Síðan fært tú atkvøðuseðil, fylgibræv og brævbjálvar útvegaðar. Tað er uppgávan hjá mynduleikanum ella persóninum at útvega tær atkvøðutilfarið. Tað er eisini uppgávan hjá viðkomandi at senda brævatkvøðuna, eftir tú hevur atkvøtt.

Tú skal sostatt einans atkvøða sum vant. Tú atkvøður fyri valevni og/ella flokki, ella tú kann atkvøða blankt á atkvøðuseðlinum. Tá tú hevur atkvøtt, leggur tú atkvøðuseðilin í brævbjálvan og letur hann aftur, útfyllir fyligbrævið og leggur bæði fylgibræv og atkvøðuseðil í enn ein brævbjálva og letur aftur. At enda skrivar tú navn og bústað á baksíðuna á brævbjálvanum og setur frímerki á. Nú hevur tú greitt tína atkvøðu og kann handa viðkomandi mynduleika ella persóni brævbjálvan.

Tað ber til at brævatkvøða fleiri ferðir, um tú broytir meining. Tað er síðsta atkvøðan, ið er galdandi.

 

Freist

Ert tú staddur í Føroyum, kanst tú brævatkvøða tríggjar vikur áðrenn valið og fram til valdagin. Tó kanst tú í seinasta lagið atkvøða næstseinasta yrkadag áðrenn valið.

Ert tú staddur uttanlands, kanst tú brævatkvøða tríggjar mánaðir áðrenn valið og fram til valdagin.

Ert tú sjófólk umborð á einum skipi, kanst tú brævatkvøða tríggjar mánaðir áðrenn valið og fram til valdagin.