26. marts 2020

Fara at almannakunngera tøl um isolatión

Í svari til Barbaru Gaardlykke Apol, sigur danski løgmálaráðharrin seg fara at taka stig til at almannakunngera hagtøl fyri isolatión av varðhaldsfongslaðum í Føroyum.

Undir hoyringunum til dagføringina av føroysku rættargangslógini, kom fram, at Føroyar í nógv størri mun enn Danmark, setir varðhaldsfongslað fólk í isolatión. Hóast hetta er eitt neyðugt amboð í rættarskipanini, er isolatión eitt ógvuliga stórt inntriv í persónliga frælsið hjá tí skuldsetta, og eigur tískil at verða brúkt við størsta varsemi.

- Sum eitt rættarsamfelag, ið virðir menniskjarættindi, eiga vit tískil at stremba eftir, at halda talinum av isolatiónum so lágt sum gjørligt, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

Barbara hevur seinastu vikuna sitið á Fólkatingi, har hon tók stig til at spyrja løgmálaráðharran um nýtsluna av isolatión í Føroyum. Á hvørjum ári almannakunnger danski ríkisadvokaturin nevniliga hagtølini fyri isolatiónir í Danmark, men ikki fyri Føroyar.

- Vit hava ikki almenn tøl fyri hetta í Føroyum, og tí havi eg heitt á løgmálaráðharran um eisini at almannakunngera hesi fyri Føroyar, sum hann sigur seg vera sinnaðan at gera, sigur Barbara.

- Eg taki tølini fyri føroyska isolatiónsfongsling í stórum álvara, nú tað vísir seg, at ein størri partur av teimum varðhaldsfongslaðu í Føroyum verða sett í isolatión enn í Danmark, sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri.

Umframt at hava verið í sambandi við føroyskar myndugleikar hesum viðvíkjandi, vísir Nick Hækkerup á, at nýggja rættargangslógin fyri Føroyar hevur strangari ásetingar viðvíkjandi isolatiónsfongsling, og væntar at tað kemur at minka um isolatiónsfongsling í Føroyum.

- Afturat tí, haldi eg tað vera natúrligt, at tølini fyri isolatión og varðhaldsfongsling í Føroyum verða almannakunngjørd, og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur danski løgmálaráðharrin.