24. april 2023

Fíggjarlógaravtala: Nýskapandi verkætlan verður nú framd í Sørvági

Fyri fleiri árum síðani setti ein arbeiðsbólkur í Vágum saman við Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, seg í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin í sambandi við ætlanina um at byggja eitt mentanarhús og sjósavn Miðvági. Altso eitt hús, sum bæði skuldi hýsa mentanarligum tiltøkum og lýsa siglingarsøgu Føroya. Talan var um eitt byggilistarliga nýskapandi hús.

Arbeiðsbólkurin hevði – umframt at hava lagt túsundtals tímar í verkætlanina – fingið nakað av fígging, og helt seg eisini hava fingið øll loyvi uppá pláss.

Tað eydnaðist Sjúrði – í samráði við allar viðkomandi partar – at gera avtalu um seks milliónir. Tá hetta var ov lítið til at fara í gongd fyri, bleiv árið eftir gjørd avtalu um 2 milliónir afturat saman vði Edmundi Joensen.

Av ymiskum orsøkum blivu trupulleikar við byggiloyvinum í Miðvági, og samband bleiv so tikið upp við Sørvágs Kommunu, ið var áhuga í at hýsa mentanarhúsinum við bátahylin í bygdini.

Síðani eru kanningar gjørdar, loyvi eru fingin til vega, og biðið er um tilboð uppá at gera økið klárt.

Tað gjørdist skjótt greitt, at nógv meir peningur skuldi til fyri at gera økið við bátahylin egnað og byggibúgvið – og kommunan kundi ikki spenna seg fyri øllum.

Men nú sær út til, at húsið kemur í Sørvági kortini. Sjúrður Skaale hevur í sambandi við donsku fíggjarlógina fyri 2023 gjørt avtalu við stjórnina um, at 10 milliónir afturat skulu játtast til hesa spennandi og byggilistarliga nýskapandi verkætlan.

Alt er gjørt í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin, løgtingsmannin, leiðsluna í Javnaðarflokkinum og tann viðkomandi føroyska myndugleikan, Sørvágs Kommunu.

 

Eisini pengar til løgregluna

Umframt hesa avtaluna hevur Sjúrður Skaale eisini, saman við Onnu Falkenberg, gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at 5,8 mió. skulu játtast til eina skjótibreyt til løgregluna í Føroyum, og eina eingangsupphædd á 2 mió. til Føroya Rætt, soleiðis at bíðilistin har kann styttast.

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við, at tað nú sær út til at bera á mál við nýggja mentanar- og sjósavninum í Sørvági. Men tað er sjálvandi fyrst og fremst teimum, sum standa fyri verkætlanini, at takka. Harumframt fegnist eg um, at pengar verða settir av til løgregluna, soleiðis at hon vónandi fær betri arbeiðsumstøður við komandi skjótibreytini. Hetta hava føroysku fólkatingslimirnir arbeitt við leingi, sigur Sjúrður Skaale um fíggjarlógaavtaluna.