Tíðindi27. september 2022

Fosturtøka í Føroyum – Tilvild og lógloysi

Fríggjadagin klokkan 15:00 verður frágreiðingin “Foasturtøka í Føroyum – Tilvild og lógloysi”, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, løgd fram í Reinsarínum í Havn.

fosturtøka

Eru øll líka fyri lógini? Er talið av føroyskum kvinnum, sum fáa fosturtøku, veruliga so lágt? Og verður lógin í roynd og veru fylgd?

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í frágreiðingini, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi gevur út. Framløgan verður fríggjadagin klokkan 15:00 í Reinsarínum í Havn.

Eftir framløguna verður kjak millum Sirið Stenberg, Sólvit Nolsø, Ingilín D. Strøm og Helga Abrahamsen. Uni Holm Johannesen stýrir orðaskiftinum.

 

Næstan 1 av 10 kvinnum hava fingið fosturtøku

Næstan 1 av 10 kvinnum hava fingið fosturtøku. Nógv talar fyri, at veruliga talið av føroyskum kvinnum, sum fáa fosturtøku er hægri enn almennu føroysku tølini. Og at talið av kvinnum, ið fara til Danmarkar at fáa fosturtøku er høgt. Gallup-kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur latið gjørt, vísir, at 9% av føroyskum kvinnum 18 ár og eldri siga seg hava fingið fosturtøku.

 

Bert 17% av kommunulæknum meta, at fosturtøkulógin verður hildin

Kanningin vísir harumframt, at bert 17% av kommunulæknunum meta, at fosturtøkulógin bókstaviliga verður hildin. Hetta er eitt av mongu tølunum, ið verða viðgjørd og løgd fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn.

Hoyr um fleiri av kanningunum til framløguna ”Fosturtøka i Føroyum – tilvild og lógloysi” fríggjadagin 30. septembur kl. 15:00.

Tað er ókeypis atgongd, men tilmelding er neyðug við at senda ein teldupost á jf@ft.dk ella við at senda eini boð á Facebook til Javnaðarflokkin á fólkatingi. Avmarkað pláss.