02. juni 2021

Greiða pensjónsfløkju í Føroyum

Arbeitt verður nú við at loysa tyngjandi pensjónsfløkjurnar, sum fleiri føroyskir arbeiðstakarar hava av donsku skattamyndugleikunum.

Serliga eru tað sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar og onnur føroysk heilsustarvsfólk við pengum í donskum pensjónskassum, sum skulu gjøgnum óneyðuga drúgvar mannagongdir fyri at sleppa á pensjón, og føra áralangu málsviðgerðartíðirnar við sær, eina seinking av pensjónstilveruni.

Tað er trupult, og í summum førum dýrt, hjá hesum starvsbólkinum at tilrættisleggja sær pensjónstilveruna við egnum pengum, tí skipanirnar í Føroyum og Danmark ikki koyra meira smidliga saman.

Eisini uppliva fleiri føroysk løgreglufólk høvuðbrýggj av donsku skattaskipanini, tí tey einfalt ikki hava atgongd til talgildu tænasturnar, og summi enntá fáa eykarokningar omaná pensjónina.

Barbara Gaardlykke Apol, varafólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, tók trupulleikarnar upp við danska skattamálaráðharran, sum nú vissar um, at Skattastýrið hevur sett fokus á málið og leitar eftir eini loysn, soleiðis at føroyskir arbeiðstakarar ikki skulu hava stórt stríð av at fáa útgoldið sínar pensjónir.