Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fegnast um, at Grein-6 nevndin nú hevur staðfest, at til ber hjá Føroyum at fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsstovninum WTO.
At Føroyar hava fingið játtandi svar í dag, er í tráð við pragmatiska hugburðin ið danir áður hava víst, tá tørvur hevur verið á tillagingum í Ríkisfelagsskapinum - hóast tað á hesum sinni hevur verið bæði trupult og drúgt at komið higar. Nú er greitt, at stjórnarrættarliga støða føroya ikki er ein forðing fyri sjálvstøðugum WTO-limaskapi, sum danska embætisverkið annars hevur tvíhildið um í nógv ár. Hetta verður grundað á, at WTO-limaskapur ikki krevur sjálvstýri, men einans at limir eru sjálvstøðug tollumveldi.
Samstundis staðfestir avgerðin hjá hægstarætti, at Føroyar ikki kunnu gerast limir í egnum navni í millumtjóðafelagsskapum fyri ríkir, tvs. fyri sjálvstøðug lond:
”Metast kann tessvegna ikki, at heimastýrisskipan Førova hevur skapað eitt altjóðarættarligt subjekt innan fyri Danmarkar kongsríki, ið kann fara uttan um ríkisstjórnina og virka fullkomiliga sjálvstøðugt í egnum navni í millumtjóðamálum.
Tað áðurnevnda má sum meginregla í allarflestu førum metast at vera til hindurs fyri, at ein ríkispartur søkir um limaskap í egnum navni í millumtjóðafelagsskapi. Nógv teir flestu millumtjóðafelagsskapirnir loyva ei heldur, at ein partur av einum ríki kann gerast limur í egnum navni i felagsskapinum. Í so máta er WTO eitt heilt serstakt føri.”
Hetta má tulkast sum, at sjálvstøðugur limaskapur í millumtjóða felagsskapum sum IOC, NEAFC, NASCO, NAFO ikki er gjørligur. Grundað á, at slíkir felagsskapir ikki loyva ríkispørtum at gerast limir, staðfesta hægstarættardómararnir, at slíkir limaskapir ei heldur eru sambæriligir við stjórnarrættarligu støðu Føroya.
Við øðrum orðum hava vit við hesum fingið váttað, at tørvur er á grundleggjandi broytingum í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, soleiðis at Føroyar betri kunnu taka lut í altjóða samfelagnum – bæði viðvíkjandi fiskivinnusamstarvi og atgongd til eitt nú Olympisku Leikirnar.
Men hetta er eitt stórt stig – eingin ivi um tað. Føroyskur WTO-limaskapur er nærum ein fortreyt fyri framhaldandi menning í føroyska samhandlinum við útheimin, og tí er hetta ein góður dagur fyri føroyskt vinnulív.
Í mai 2025 gav Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina frágreiðing út um Føroyar í WTO. Har verður greitt nærri frá, hví WTO-limaskapur hevur týdning fyri Føroyar, og hvør tilgongdin er til limaskap – les frágreiðingina HER.