Tær hava sína dagligu gongd í Skúlanum á Fløtum, men í oktober royndu tær seg á Christiansborg, her tær fingu innlit í politiska arbeiðið hjá okkum.
Í starvsvenjingini hava Helena og Natasja roynt seg við fleiri ymiskum uppgávum. Tær hava millum annað gjørt videoupptøkur til okkara sosialu miðlar, fylgt viðgerðum í fólkatingssalinum og ført logbók um upplivingarnar á borgini.
Eisini komu tær við íkasti til eina verkætlan, vit arbeiða við nú.
Harumframt skrivaðu tær ein tekst til fíggjarmálaráðharran í sambandi við Norðuratlantspuljuna, og tær vóru við Sjúrði Skaale til fíggjarlógarsamráðingar.
– Tað hevur verið sera spennandi og øðrvísi enn nakað, eg fyrr havi roynt. Vit hava upplivað Christiansborg innanífrá, og tað er nokkso kul, sigur Helena.
Natasja tekur undir við henni.
– Eg haldi, tað hevur verið heilt fantastiskt og læruríkt. Eg havi lært nógv um, hvussu gerandisdagurin er á borgini, sigur hon.
Báðar eru sera takksamar fyri tíðina á skrivstovuni og fegnast um at hava fingið møguleikan.
Vit takka Helenu og Natasju fyri tíðina og teirra íkast til arbeiðið á skrivstovuni og ynskja teimum alt tað besta framyvir!