23. april 2025

Hetta er eitt eyðkenni fyri eitt systemiskt brek í danska fólkaræðinum

Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin hevur í lesarabrævi í dag greitt frá hví hann fer at bjarga danska umhvørvismálaráðharranum, og demokratiska trupulleikan við norðuratlantisku fólkatingslimunum

Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, og hini norðuratlantisku fólkatingslimirnir hava verið í politiska miðdeplinum í seinastuni. Orsøkin er tann, at trý av teimum hava kunngjørt, at tey fara at trýsta á reyða knøttin til missálitsuppskotið móti Lars Aagaard, umhvørvismálaráðharra.

Í tí sambandi hevur Sjúrður Skaale eitt lesarabræv í Weekendavísini, har hann grundgevur fyri síni støðutakan og vísir á kjarnuna av trupuleikanum – at hann situr í einum parliamenti sum reelt ikki er lóggávuvald í Føroyum.

Sí lesarabrævið í Weekendavisen her

Sjúrður Skaale hevur fleiri ferðir víst á demokratiska trupuleikan, við at føroyingar sita í danska fólkatinginum og prinsippið um at veljarar og skattgjaldarar eiga at vera teir somu. 

Her ber til at síggja tvey dømi, har Sjúrður Skaale áðrenn seinasta fólkatingsval, ávaraði um avleiðingarnar í fall at norðuratlantarnir blivu tungan á vágskálini:

Er tað rætt at føroyingar skulu avgera hvør vinnur eitt fólkatingsval?

Færøsk MF`er: De nordatlantiske mandater kan forvandle folketingsvalgets vindere til tabere