Tíðindi23. september 2021

Kanning: Meiriluti fyri nýggjum radara, men ikki fyri at gjalda fyri hann

Nýggj kanning staðfestir, at meiriluti er fyri nýggjum radara, at føroyingar vilja reka hann, men at meiriluti ikki er fyri at gjalda fyri hann.

Úrslitini av nýggjari kanning um trygdar-og verjumál vísa m.a., at tað er meiriluti fyri nýggjum radara á Sornfelli, at tey flestu vilja hava føroyskar myndugleikar at reka hann. Men at ein meiriluti kortini er ímóti, at føroyingar sjálvir gjalda fyri radaran. 

Kanningin bendir eisini á, at tað eru fleiri í dag, sum taka undir við, at nýggjur radari verður settur upp enn í fjør.

Tað er Spyr, sum hevur gjørt kanningina fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. 500 fólk vórðu spurd um miðjan september 2021. Óvissan er upp til 3,5%.

Trýst her fyri at lesa nýggju kanningina: /Files/Útgávur JAF/Verjumálskanning 17 sept og februar 2021.pdf 
(Aftast eru úrslit frá tveimum spurningum í februar 2021 um somu mál. Legg til merkis, at spurningarnir í summum førum eru øðrvísi orðaðir, og at hetta kann ávirka svarini.)

Trýst eisini her fyri at samanbera við líknandi kanning í fjør: /Files/Útgávur JAF/Spyrkanning verjumál 2020-07 (pdf).pdf