Danski uttanríkisráðharrin hevur nú svarað fyrispurningum frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Fyri góðari viku síðan setti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, danska uttanríkisráðharranum , Lars Løkke Rasmussen, tveir fyrispurningar um serligu frásøgukvinnuna hjá ST fyri tey palestinsku økini, Francesca Albanese.
Fleiri vesturlendsk lond hava seinastu árini fordømt, funnist at og tikið frástøðu frá Albanese. Umstrídda kvinnan hevur m.a. rættvísgjørt yvirgangsálopið hjá Hamas tann 7. oktober 2023, luttikið á einari ráðstevnu hjá Hamas og skrivað um eina “jødiska lobby”, sum sambært henni stýrir USA. Feskasta dømið, ið m.a fekk Frakland at fordøma Albanese og mæla til at hon misti starvið, var tá hon fyri stuttum kallaði Ísrael fyri ”felags fíggindan hjá mannaættini”.
Tí vildi føroyski fólkatingsmaðurin hava at vita, hvat danska stjórnin helt um útsagnirnar hjá Albanese, og um stjórnin helt hana vera egnaða til starv sítt sum serlig frásøgukvinna hjá ST fyri tey palestinsku økini.
Her eru svarini hjá uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen:
Svar eitt: Jeg tager stærkt afstand fra Francesca Albaneses udtalelser og er uenig i den måde Albanese bruger sit mandat på.
Det ændrer imidlertid ikke på det principielle i, at FN’s specialrapportører er uafhængige og udelukkende agerer og udtaler sig i personlig kapacitet
Svar tvey: Der henvises til besvarelse af spørgsmål nr. S 585 fra Sjúrður Skaale (JF)
Leinkja til spurningar og svar: S 585 endeligt svar Svar på spm nr S 585pdf S 586 endeligt svar Svar på spm nr S 586pdf