Sjúrður Skaale
30. juni 2021
Sjúrður Skaale

Málsviðgerðartíðin fyri føroyskar pensjónistar stytt við 10 mánaðum

Heldur enn 12 mánaðir, verður málsviðgerðartíðin fyri fleiri føroyingar við pensjónsuppsparingum í Danmark nú stytt niður í 2 mánaðir.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur seinastu tíðina samskift við danska skattamálaráðharran um stirvnu pensjónsmannagongdirnar, sum fleiri føroyingar hava av, at tey eru knýtt at donskum skipanum.

Skattamálaráðharrin, Morten Bødskov, hevur tikið væl ímóti áheitanini, og nú verða mál viðvíkjandi føroyskum pensjónum avgreidd fyri seg, soleiðis, at málsviðgerðartíðin verður stytt við 10 mánaðum – úr 12 og niður í tveir mánaðir.

- Vit eru ógvuliga fegin um, at skattamálaráðharrin tekur stig til at stytta málsviðgerðartíðirnar, soleiðis at ein stórur partur av føroyingum ikki nýtast at hava eins stórt stríð av at leggja sær pensjónstilveruna til rættis, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Tað er trupult, og í summum førum dýrt, hjá hesum starvsbólkinum at tilrættisleggja sær pensjónstilveruna við egnum pengum, tí skipanirnar í Føroyum og Danmark ikki koyra meira smidliga saman.

Talan er um fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur føroysk heilsustarvsfólk, ið hava sínar pensjónsuppsparingar í Danmark, sum oftani ger tað bæði dýrt og trupult hjá teimum at tilrættisleggja og fáa útgoldið sína pensjón rættstundis. Harafturat hava fleiri løgreglufólk upplivað ógvuliga stirvnar mannagongdir í sambandi við síni pensjónsútgjald, har tey ikki sleppa framat talgildu skattatænastunum, og enntá fáa eykarokningar omaná sína pensjón.

- Tí havi eg í dag sett skattamálaráðharranum eina uppfylgjandi áheitan, um eisini at lætta um skipanina, soleiðis at føroyingar ikki fáa eykaskattarokningar, bert tí, at tey eru noydd at hava tilknýti til danskar myndugleikar av sínum yrki, sigur Sjúrður Skaale. 

 

Sí jaliga svarið frá Morten Bødskov her

 

Sí uppfylgjandi spurningin hjá Sjúrði Skaale her