Sjúrður Skaale
27. maj 2022
Sjúrður Skaale

Meiriluti fyri at filmar á føroyskum kunnu fáa stuðul

Tá danskir filmsframleiðarar søkja stuðul til verkætlanir, sum heilt ella lutvíst fara fram í Føroyum ella á føroyskum, verða umsóknirnar avvístar. “Føroyar” eru í hesum høpi eitt útland, og “føroyskt” er eitt fremmandamál. Sjúrður Skaale hevur tryggjað meiriluta fyri at broyta hetta, tá nýggj filmsavtala skal gerast seinni í ár.

- Í Føroyum nýta vit nógvar pengar og orku til at læra skúlabørn danskt. Tað er okkum álagt í Heimastýrislógini, at so skal vera. Danskt verður ikki fatað sum eitt fremmandamál, men eitt “kent” mál. Eg krevji sjálvandi ikki, at danskir næmingar skulu læra føroyskt. Men tað er ikki rætt, at danir seta Føroyar og føroyskt í sama bás sum Portugal og portugisiskt. Føroyar og føroyskt eru ein partur av danska ríkinum. Tí er eisini natúrligt, at Føroyar og føroyskt verða klassað sum ein serstakur partur av mentanararvinum í ríkisfelagsskapinum.

Fólkatingsmaðurin hevur tí tryggjað sær breiða undirtøku á fólkatingi fyri at broyta donsku filmsavtaluna, sum skal endurskoðast seinni í ár.

Ítøkiliga snýr broytingin seg um, at danskir framleiðarar skulu kunna søkja stuðul til verkætlanir við føroyskum íkasti á jøvnum føti við aðrar danskar filmsverkætlanir. Sum nú er verða slíkar umsóknir stundum avvístar, tí tær verða fataðar sum útlendskar.

Hugsanin er ikki, at filmar við føroyskum íkasti skulu hava sersømdir. Hetta merkir bara, at eru handritini nóg góð, kann stuðul ikki noktast við bara at vísa til, at “útlandið Føroyar” og “fremmandamálið føroyskt” verður nýtt.

Hetta kann hava við sær, at filmsvinnan kann gerast meira fjølbroytt, at Føroyar og føroyskt gerast ein størri pallur, og at tann skjótt vaksandi føroyska filmsvinnan kann fáa nýggjar menningarmøguleikar.


Mynd: Sjúrður gav í vikuni mentanarmálaráðsfrúuni, Ane Halsboe-Jørgensen, undirskriftirnar frá teimum flokkum, sum stuðla hansara uppskoti um at broyta filmslógina. Hon tekur eisini sjálv undir við hugskotinum.