Grein03. marts 2023

Munur á tolli, Mvg og avgjøldum

Mvg, tollur og avgjøld eru ikki tað sama. Mvg er stytting fyri meirivirðisgjald (kallast moms á donskum), og kann skiljast sum ein skattur á vørur og tænastur. Tollur er eitt annað gjald, sum oftani legst aftrat á vørur, sum innflytast til eitt land úr einum øðrum landi. Avgjald er føroyskt heiti, og fevnir bæði um mvg og onnur avgjøld, sum t.d. stakvørugjald (punktafgifter á donskum). Onnur avgjøld leggjast á ofta vørur sum t.d. tubbak og rúsdrekka.

Tollur, Mvg og avgjøld

Hví legst mvg og tollur á gávur og pakkar úr Føroyum til Danmark?

ES lóggáva áleggur galdandi reglur um mvg og toll í Danmark. Danmark er við í ES, men Føroyar eru ikki. Sambært ES lóggávu eru Føroyar at fata sum eitt triðjaland, tá tað viðvíkur hesa lóggávu.

Viðvíkjandi tolli: ES kann fatast sum ein og sama tolleind. Um ein keypir ella sendir ein pakka úr einum ES landi til annað, so kann tað skiljast sum, at pakkin leverast úr einum staði til hitt, uttan at pakkin nakrantíð fer útum tollmarkið hjá ES. Hinvegin - um ein pakki verður sendur úr einum ikki-ES landi (t.d. Føroyum)  til eitt ES land (t.d. Danmark), so importerast pakkin til eitt ES-land. Føroyar eru ikki innanfyri ES-tollmarkið, og tí legst tollur aftrat.

 

Tá pakkar og gávur sendast úr Føroyum til Danmarkar

Tollur og mvg legst á pakkar og gávur úr Føroyum til Danmark, hvørs virði er størri enn 360 krónur. Ymiskt er, hvussu nógvur tollur legst á gávurnar. Er virðið undir 5.250 krónur, so er tollsatsurin tó 2,5%, óansæð hvør vøran er, undantikið tubbak. Mvg er 25% íroknað flutningsgjald.

G.G: Serligar mvg-reglur fyri rúsdrekka, tubbak og luktilsi: Mvg legst altíð á rúsdrekka, tubbak og luktilsi, óansæð virðið á hesum. Hartil leggjast ofta ymisk avgjøld aftrat á hesar vørur. Hesar vørur kunnu tó verða undantiknar tollgjaldi, um pakkin inniheldur minni enn ávísar nøgdir. Sí leinkjuna longur niðri fyri nágreiniliga vegleiðing um hetta. 

 

Um fleiri gávur sendast í senn

Sendast fleiri gávur í senn, og samlaða virðið er størri enn 360 krónur, so legst mvg aftrat samlaða virðinum íroknað flutningsgjald. Tollur skal tó ikki gjaldast fyri tí ella tær vørurnar, sum tilsamans hava eitt virði á minni enn 360 krónur.

Dømi: Um ein sending inniheldur 2 vørur við virði á ávíkavist 400 og 200 krónur, so er tað bert tann bíligari vøran, sum er undantikin tollgjaldi. Mvg legst aftrat tí samlaða virðinum íroknað flutningsgjaldi.

 

Hvat er ein gáva?

Fyri at bólkast sum gávusending, skulu fylgjandi treytir lúkast:

  • Sendingin sendist bert viðhvørt (tvs. ikki fastar sendingar)
  • Í pakkanum eru bert vørur ætlaðar til móttakaran ella familju viðkomandi
  • Móttakarin betalir ikki sendaran fyri pakkan

 

Hvussu avger man virðið á gávuni?

Virðið á gávuni er tað veruliga virðið á vørunum. Tvs. tann prísur, sum er goldin fyri vøruna í keypslandinum íroknað møgulig avgjøld. Tá talan er um gávur finnast ofta hvørki fakturi, kvittan ella onnur skjalprógv fyri pakkavirðið. Tískil mugu ávísar pakkasendingar virðismetast so hvørt. Flutningsgjald skal ikki viðroknast, tá man metir, um virðið á vørunum er yvir mvg og tollmarkið.

Eru ivamál um toll og mvg, so viðmælir Skat.dk at ringja til tey á telefonnummar +45 72 22 12 02. Sí annars leinkjuna Gaver sendt fra lande uden for EU - Skat.dk fyri nærri kunning.

 

Tá pakkar sendast til Føroyar úr Danmark

Kostar gávan ella pakkin meira enn 700 krónur, so rindar ein toll, mvg og møguligt avgjald av fulla virðinum íroknað flutningsgjald. Kostar gávan 700 krónur ella minni, so er gávan toll- og avgaldsfrí, hóast flutningsgjald legst aftrat. Tað vil siga, at tað er bert virðið á sjálvari gávuni, sum avger, um tollur og avgjøld rindast aftrat.

Rúsdrekka og tubabksvøra kunnu ikki sendast sum gávur.

 

Um fleiri gávur sendast í senn

Hvør gáva skal bara í mesta lagi kosta 700 krónur. Í einari vørulýsing skal sendarin upplýsa, hvussu nógvar gávur eru við í sendingini, kostnað fyri hvørjá gávu umframt eina frágreiðing um, hvør gávan er (t.d. ein troyggja, dukka o.s.fr.). Taks hevur onki oyðiblað fyri vørulýsing. Vørulýsingin kann skiljast sum eitt slag av innihaldsyvirliti.

 

Hvat er ein gáva?

Ein gáva lúkar fylgjandi treytir:

  • Verður send til móttakaran, uttan at viðkomandi rindar fyri hana.
  • Bert verður send av og á, t.d. til føðingardagar ella á jólum.
  • Bert er ætlað móttakaranum ella familju hansara, og hvørs eginleikar ella nøgd ikki geva orsøk til at halda, at talan er um vinnuligt endamál.

 

700 krónu-markið og 300-krónu markið eru ikki tað sama

700 krónu-markið er galdandi fyri gávur, ið ein, sum er búsitandi uttanlands kann senda privatfólki í Føroyum. Omanfyristandandi reglur eru galdandi fyri júst hetta. 300 krónu-markið er galdandi, tá ein keypir vørur á netinum úr útlondum, sum skulu sendast til Føroyar. Gávur kunnu sostatt ikki sendast til Føroyar beinleiðis frá einum nethandli. Hetta skilst sum keyp av vøru.

Sí hesa leinkju fyri nærri kunning, At senda gávur til Føroya - TAKS